Myndirnar hjá Onnu Seppälä eru vakrar, lívsfegnar og litríkar, samstundis sum tær eru ekspressivar, dramatiskar, symbolskar og apokalyptiskar. Undirgangskenslan og vakurleikin eru intenst skyggjandi sum í filminum Melancholia hjá Lars von Trier, skrivar Kinna Poulsen frá Listaportalinum.
Trø, plantur og blómur eru týdningarmikil myndevni hjá listakvinnuni. Í myndum av trøum og fólkum lýsir hon hvussu alt hongur saman; hár og æðrar hjá menniskjanum vaksa saman við røtrunum á trøunum, og á henda ítøkiliga hátt verður víst á samanhangin millum okkum og alheimin.
Ofta eru menniskju og bygningar endurgivin í lítlari stødd. Ístaðin eru tað náttúran og blómurnar, sum taka yvir júst sum í romantiskum málningum í 19. øld. Kortini er eingin ivi um, at hugsunarhátturin er modernaður.
- Hygg bara at koronamyndini í erva av sóttarhaldsútsýni gjøgnum eitt vindeyga yvir á háhús og myrkabláviolettan himmal og so fremst í forgrundini í vindeygakarminum stendur ein appilsingulur urtapottur við reyðum blómum og lýsir alt myndarúmið upp sum neyðrakettir á nýggjárinum, skrivar Kinna.
Anna Seppälä er væl kend listakvinna í føroyska listaumhvørvinum, her hon hevur framsýnt í yvir tjúgu ár, bæði á bólkaframsýningum, ólavsøkuframsýningum og á serframsýningum.
Framsýningin í Steinprenti letur upp í dag, og opið er millum klokkan 15-17.