Í gjár var FM í olympiskari vektlyfting hildið í Finsen. Styrkisambandið og Styrkifelag Føroyar skipaðu fyri. Níggju kvinnur og sjey menn luttóku í kappingini.
Luttakararnir gera tvey ymisk lyft í part, og síðani verður roknað saman við einum frymli, sum eitur Sinclair, har kropsvekt og vektin, sum viðkomandi lyftir, verður roknað saman.
Hjá kvinnum vann Anna Kristina Norðberg Niclasen sannførandi. Hon fekk 215,811 sinclair stig. Nummar tvey bleiv Jenny Persson, og nummar trý bleiv Barba Jansdóttir.
Hjá monnum var munandi tættari kapping. Niels Áki Mørk gjørdist føroyameistari við 282.092 sinclair stigum. Í hølunum av honum var Pól Hendrikur Andreasen og nummar trý gjørdist Leif á Bøgarði.
Fleiri føroyskir met vóru í hesi kappingini. Ein, sum setti met, var 12 ára gamla Embla Bjarkhamar, sum var nógv yngsti luttakari í kappingini.
Úrslitini av kappingini síggjast her: