Fyri einki ivamál skal vera, so skal eg gera greitt, at Sambandsflokkurin á Fólkatingi fer ikki at brúka skipanina hjá Fólkatinginum um at fáa pening til tulk.
Tað sigur sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Fleiri miðlar hava í vikuni skrivað, at føroysku og grønlendsku flokkarnir fara at fáa 67.000 krónur um mánaðin til tulk og umseting.
Hon sigur, at hetta kann misskiljast. Fólkatingið hevur sett eina skipan í verk, sum føroysku og grønlendsku flokkarnir kunnu vera við í. Men tað merkir ikki, at flokkarnir bara fáa hendan peningin. Flokkarnir kunnu søkja um peningin, um tørvur er á tí, sigur Anna Falkenberg.
– Eg havi ikki brúk fyri hasi skipanini, sum støðan er nú, tí eg fari framhaldandi at tosa danskt í Fólkatingssalinum.
– Er tørvur á onkrari umseting í sambandi við fólkatingsarbeiðið, verður tað avgreitt undir verandi skipan við floksstuðuli, sigur Anna Falkenberg.