Anna Falkenberg vil hava eina nýggja skipan av ríkisveitingini

- Ríkisveitingin skal vaksa í ringum tíðum, og minka í góðum tíðum, heldur fólkatingskvinnan fyri Sambandsflokkin

Fríðmundur Nattestad
19. apríl 2024 kl. 13:30

Fólkatingið hevur í dag havt aðalorðaskiftið um Ríkisfelagsskapin.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, legði í sínari røðu dent á, at tað er neyðugt at gera broytingar í Ríkisfelagsskapinum.

Hon segði millum annað, at tey trý londini skulu hava eina felags grundlóg, kongshús, valuta, rættarskipan, løgreglu, ákæruvald og kriminalforsorg.

- Eisini er neyðugt við størri rásarúmi á uttanríkispolitiska økinum, og uttanríkispolitiska heimildarlógin skal avtakast. Á økjum innan verjupolitikk, sum hava við Føroyar at gera, skulu Føroyar hava avgerðarætt. Hetta skal formaliserast í eini nýggjari útgávu av Heimastýrislógini.

- Harafturat skal ein nýggj skipan við ríkisveitingini setast í verk, soleiðis at ríkisveitingin veksur í ringum tíðum og minkar í góðum tíðum, segði Anna Falkenberg í røðu sínari.