Anna Falkenberg heldur jomfrurøðu í kvøld

Í dag hevur Fólkatingið eitt marathon orðaskifti. Orðaskifti er eitt framhald av tí røðu sum Mette Frederiksen, forsætisráðharri, helt týsdagin

Anna øvar røðuna til í kvøld. (Mynd Sambandsflokkurin á Fólkatingi)
Ragnar Sjúrðarson
19. januar 2023 kl. 19:56

Allir 179 limirnir í fólkatinginum skulu halda røðu í kvøld. Eftir at ein hevur hildið sína røðu, fáa hinir limirnir høvið at seta spurningar til røðaran. Orðaskifti plagar at vara langt út á kvøldið.

Føroysku fólkatingslimirnir skulu sjálvsagt eisini á røðarapallin og er hetta eitt heilt serligt kvøld fyri Onnu Falkenberg úr Sambandsflokkinum. Í kvøld heldur hon sína fyrstu røðu fyri Fólkatinginum.

Føroysku limirnir eru teir seinastu at røða og tí verður tað seint í kvøld, at Anna Falkenberg tekur orðið á danatingi á fyrsta sinni.