Hon kom, sá og sigraði.
26-ára gamla Anna Falkenberg, sum stillaði upp fyri fyrstu ferð til hetta fólkatingsvalið, er fyrst valda fólkatingsumboðið fyri Sambandsflokkin við 2.973 persónligum atkvøðum. Sambandsflokkurin gjørdist størsti flokkur til fólkatingsvalið við í alt 8.198 atkvøðum.
Og tað var eisini ein týðiliga rørd Anna Falkenberg, ið hevði torført við at fata tað, at hon er vald á Fólkating fyri Sambandsflokkin, tá Kringvarpið fekk orðið á hana, eftir at seinasta úrslitið var komið inn, og tað var henni greitt, at hon nú er fólkatingsumboð fyri Sambandsflokkin.
– Eg ætli mær at halda fram við tí semjusøkjandi andanum, sum hevur hjálpt okkum at fingið so nógv týdningarmikil mál gjøgnumførd, sigur Anna Falkenberg.
Hetta er samstundis fyrstu ferð síðan 2001, at ein kvinna er vald á Fólkating. Tá var tað Lisbeth L. Petersen - eisini úr Sambandsflokkinum - sum var fyrsta føroyska kvinnan á Fólkatingi
Og tað var eisini ein errin Edmund Joensen, sum Kringvarpið fekk orðið á, tá tað mestsum var greitt, at abbadótturin fór at verða vald.
– Ein plagar at siga, at lærningurin skal blíva betur enn lærumeistarin, men í hesum førinum er hon longu blivin betur enn eg, og hon hevur eisini fingið fleiri atkvøður enn eg nakrantíð fekk, sigur hann.
Til fólkatingsvalið í 2015 fekk Edmund Joensen 2.416 persónligar atkvøður, meðan Anna Falkenberg er skrásett fyri at hava fingið 2.973 persónligar atkvøður í kvøld.
Hitt føroyska umboðið í Fólkatinginum verður Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, ið harvið hevur fingið afturval. Javnaðarflokkurin fekk í alt 7.659 atkvøður, og av teimum fekk Sjúrður Skaale ikki færri enn 3.804 atkvøður, sum er umleið helvtina av øllum javnaðaratkvøðum.
Valluttøkan til hetta fólkatingsvalið var 71,3 prosent, ið er ein lítil framgongd – í mun til fólkatingsvalið í 2019, tá valluttøkan var 70,3 prosent.