Mikudagin gjørdust meirilutin av flokkunum á Løgtingi samdir um, at leingja fiskiveiðuavtaluna við Russland við einum ári.
Hetta hevur millum annað fingið nógvar danska miðlar at ressa seg, har avgerðin hevur fingið nógvar ákoyringar frá donskum politikkarum og serfrøðingum.
Við Berlingske sigur nývaldi fólkatingslimurin fyri Sambandsflokkin, Anna Falkenberg, at nýggja fiskiveiðuavtalan við Russland brýtur ikki við tey felags evropeisku revsitiltøkini yvirfyri Russlandi.
– Tað er sera týdningarmikið at hava tunguna mitt í munninum, tí hetta handlar ikki um handil. Hetta handlar um fiskarí. Vit steðgaðu øllum samhandli við Russland nakrar fáa mánaðir eftir russisku innrásina. Hetta handlar um at umsita fiskiøki í Barentshavinum. Har hava Føroyar eina ábyrgd. Norra hava eisini valt at gera tað sama, sigur hon við Berlingske.
Anna heldur, at tað er týdningarmikið, at Føroyar yvirhalda øll ES-revsitiltøk, men at fiskiveiðuavtalan handlar um eitt samarbeiði um fiskiskap við Russland og Norra.
– Og her fylgja vit linjuni, sum Norra hevur valt, sigur hon.
Russland fiskar umleið 100.000 tons í føroyskum øki, meðan Føroya fiska umleið 20.000 tons av toski og hýsu í Barentshavinum.
Fiskiveiðuavtalan millum Føroyar og Russland hevur verið til í 45 ár – síðan 1977 – og er galdandi fyri eitt ár í senn.
Sjálvstýri: Forkastiligt at gera samstarvsavtalu við Rusland
Tveir flokkar eru ímóti, at avtalan við Russland verður longd. Tað eru Sjálvstýri og Miðflokkurin.
Við Kringvarpið sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, at Føroyar eiga ikki at gera nakra avtalu nú, men heldur viðgera støðuna eftir valið.
Sjálvstýri er einasti flokkur, sum beinleiðis er ímóti, at nýggj avtala verður gjørd. Í tíðindaskrivi skrivar flokkurin, at:
“Longu í marsmánaða í ár, boðaðu Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, og formaður floksins, Sámal Petur í Grund, frá, at vit sum fólk ikki tigandi kunnu hyggja at, meðan vanliga fólkið í einum landi verður atsøkt og dripið. Sjálvstýrið heitti tí á løgmann og politiska myndugleikan at umgangandi seta tiltøk í verk, sum klárt vísa, at vit sum fólk, standa saman við ukrainska fólkinum.
Sjálvstýri er í dag enn sannførdari um, at vit ikki eiga at samráðast ella at samstarva við russar, sum støðan er nú. Vit eiga heldur at senda eitt greitt signal til umheimin, at vit mótmæla kríggi og ágangi”, skrivar Sjálvstýri.