Eitt stórmenni innan danska rokkheimin vitjar Føroyar í komandi døgum. Annisette Koppel og bólkur hennara, Savage Rose, hevur konsert í Salt á Drelnesi leygarkvøldið.
Annisette Koppe, sum rundar tey sjeyti árini seinni í summar er ”still going strong”, og í fjør kom 25. útgávan hjá bólkinum, ”Homeless”.
The Savage Rose byrjaðu at spæla saman í 1967, og longu við fyrstu fløgu teirra, sum eisini bar navnið Savage Rose og kom út árið eftir, staðfestu tey seg sum ein sera týðandi og slóðbrótandi bólkur. Serliga var tað sangurin ”A Girl I Knew”, sum gjørdi inntrykk frá hesi fyrstu fløguni:
Hetta var meðan ’The Summer of Love’ herjaði millum tey ungu kring allan vesturheimin, og Savage Rose rakti beint í hippie-tíðarandan við tí heldur psykedeliska tónleikinum hjá Thomas Koppel, og heilt serligu røddini hjá unnustu hansara, Annisette Hansen.
Dugnaligir tónleikarar
Snúningsásin í The Savage Rose vóru sangarinnan Annisette og so brøðurnir Thomas og Anders Koppel, synir hjá tí virðismetta klassiska komponistinum og klaverleikaranum, Herman D. Koppel. Thomas spældi klaver og Anders urgu, og teir áttu ávikavist lagið og tekstin á øllum tí, sum Savage Rose framførdi.
Afturat sær høvdu teir nakrar av fremstu tónleikarum í Danmark. Fleiri teirra komu upp í Savage Rose úr dansiorkestrinum Dandy Swingers, har unga Annisette eisini hevði gjørt um seg við síni serligu rødd, sum var sammett við Janis Joplin, sum var tað heilt stóra navnið í Amerika tá.
Alex Riel spældi trummur at byrja við, Jens Rungsted bass og Flemming Ostermann guittara. Sermerkt er tó, at stór útskifting alla tíðina hevur verið millum tónleikararnar í orkestrinum.
The Savage Rose vunnu sær stóran heiður fyri sínar fyrstu útgávur, og boð komu úr USA eftir teimum at framføra og spæla inn har.
Wild Child og Dødens Triumf
Í tíðarskeiðinum frá 1968 til 1973 góvu tær ikki færri enn átta plátuútgávur út við fleiri sangum, ið gjørdust hitt. Størsta hittið er helst ”Wild Child” frá fløguni við sama navni, sum kom út í 1973.
Høvuðsverkið frá hesi tíðini er tó tónleikurin til balettina ”Dødens Triumf”, sum varð sett upp á Kongaligu Balettini í Keypmannahavn í 1972. Flemming Flint hevði koreografera og dansaði sjávur við, men tað var konan, Vivi Flint, sum var høvuðsdansari.
Balettin fekk nógva umtalu, ikki bara fyri framúrskarandi tónleikin hjá Thomas Koppel, men meira tí at tað, í tráð við frígjørda tíðarandan tá, vóru fleiri senur, har dansararnir dansaðu nakin á pallinum.
Anisette sang bert ein sang á hesum verkinum, ”Dear Little Mother”, sum her sæst í eini sjónvarpsframleiðslu av balettini, sum DR framleiddi áðrenn hon varð flutt á pall
Søgan um Savage Rose og hvussu teimum var lovað gull og grønar skógir við at gerast altjóða rokkstjørnur er kend. Men tey vildu ikki vera við.
Stríðast fyri teimum veiku
Politiska tilvitið segði teimum, at tað var ikki rætt, og tey vildu tí heldur brúka síni skapandi evni fyri at stríðast fyri tíl, tey kallaðu einum betri heimi. Orkestrið minkaði til bert at telja tey trý, brøðurnar og Anisette, og skjótt var Savage Rose einans Thomas og Annisette við skiftandi tónleikarum aftur at sær.
Ein støðgur kom í plátuútgávurnar, og tað gingu fimm ár til næsta plátan kom í 1978. Eftir hetta hildu tey seg leingi einans til danska málið, og so at siga allar upptraðkanir vóru politiskt tilvitaðar í stríðnum fyri einum meira samhaldsføstum heimi. Tey stríddust fyri Christiania, fyri kommunismuni, fyri flóttafólki og upprunafólki og móti kríggi, imperialismu og órætti í heiminum og skiftandi borgarligum stjórnum í Danmark.
Í Føroyum gjørdi Anisette vart við seg, tá hon játtaði at leggja sína sermerktu rødd til eitt lag hjá Frændum, á útgávuni Frændur II, ið kom út í 1986. Tey vóru stødd í sama studio í Keypmannahavn, og tá Anisette varð spurd um at geva eitt íkast til sangin ”Kendar Gøtur”, játtaði hon beinanvegin.
Í Danmark fingu Savage Rose eitt fólksligt comeback í 1989, tá tey – eitt sindur óvæntað – játtaðu at standa fyri musikalsku markeringini av, at danska fótbóltssambandið, DBU, í 1989 kundi halda 100 ára stovningardag.
Sangurin ”Når lysene tændes i Parken” gjørdist væl umtóktur, og hann var eisini ein partur av danska fótbóltssamleikanum, tá danska landsliðið trí ár seinni, í 1992, sera óvæntað vann evropameistarakappingina, sum tað árið varð hildin í Svøríki
Burtursæð frá hesum heldur popputa íkastinum, hildu Anisette og Thomas fram við sínum idealistiska stríði fram til 2006, tá Thomas Koppel bráddliga og óvæntað doyði meðan hann helt frí í Puerto Rico.
Reyði neistin ikki slóknaður
Flestu mundu halda, at tað var endin á Savage Rose, men Annisette gavst ikki, og síðan deyða Thomasar, eru fýra fløgur komnar, tann seinasta í fjør, tá fimmti ár vóru liðin síðani Savage Rose byrjaðu.
Hetta var millum annað markerað við, at Savage Rose spældi á størsta pallinum av øllum í Danmark, Orange Scene á Roskildefestivalinum, og Anisette fekk eisini serliga virðisløn, tá Gaffa virðislønirnar vórðu handaðar.
Og framvegis er tað politiska engagementið, ið hevur fyrsta prioritet - tað hoyrist á takkarrøðuni
Nú Savage Rose kemur til Føroya at geva konsert í Salt, er bólkurin mannaður við Palle Hjort á tangentum, Jacob Haubjerg á bassi, Anders Holm á trummum og Rune Kjeldsen á guittara. Harafturat syngja dóttirin Naja Koppel og Amina Carsce Nissen kór.
Møguleiki er hjá konsertluttakarunum at sleppa norður aftur um fjørð eftir konsertina, tí avtala er gjørt við Strandferðsluna um eykatúr, boðaði Salt frá í tíðindaskrivi í síðstu viku.
Naja Koppel, dóttirin, sum syngur kór, er ein etablerað sangarinna í Danmark, og hevur givið fleiri fløgur út.
Fleiri ferðir í Føroyum
Hetta er als ikki fyrstu ferð, at The Savage Rose vitjar í Føroyum. Tey vitjaðu her longu tá tey vóru í hæddini við upprunamanningini, beint eftir ólavsøku í 1970.
Tað var Amnesty International og ágrýtni oddamaðurin tá, Roland Thomsen, sum fekk Savage Rose higar. Tey spældu tvær konsertir í nýggju ítróttarhøllini á Hálsi.
Nógv varð gjørt burtur úr í føroysku bløðunum tá, og orkestrið helt tíðindafund undan konsertunum og bæði Sosialurin og Dimmalætting skrivaðu frá tíðindafundinum um hetta beat-orkestri, sum hevði verið í USA og spælt, og nú skuldi spæla stóra beat-konsert í Føroyum.
Og tey vóru væl móttikin skilst á blaðskrivingini frá teirri tíðini. Ein, ið undirskrivar seg J.F.N. skrivar soleiðis í Sosialinum 5. august:
”Síðani kom heimsgitna orkestrið út á pallin, og tað var bæði róp og geyl og klappan at hoyra langar leiðir. Síðani varð byrjað – áh, tann vakra og charmerandi rødd, ið Anisette hevði og tey frálíku instrumentini ljóðaðu eins og eitt einglakór, einki buldur og brak, sum vit føroyingar so væl kenna til tá okkara orkestur spæla”.
"Nekaralík atmosfera"
Dimmalætting skrivaði eisini um konsertina, men henda greinin var nakað væl fjald, tí nakrar dagar seinni skrivar ein vreiður lesari á donskum, og spyr hví blaðið einki ger burtur úr, at eitt so kent orkestur hevur vitjað, fyri soleiðis at fortelja teimum, ið ikki komu, hvat tey gingu glipp av.
Blaðstjórin má svara aftur, at umrøða hevur verið í blaðnum, men umber seg við, at ikki var pláss fyri umrøðuni í fyrstkomandi blaði.
B skrivar soleiðis eftir konsertina í Dimmalætting 6. august 1970: ”At tað var beat-tónleikur, vit hoyrdu, er eingin í iva um. Øll konsertin, sum hon var, var væleydnað... Programmið sá improviserað út, men var væl fyrireikað. Sangarinnan Anisette setti sín serliga dám á við løgnu rødd síni, sum hon so væl dugir at spæla sær við, og sum Koppel-brøðurnir hava tikið sær av”.
Og so leggur ummælarin afturat nakað, sum tað neyvan er nakar, ið hevði dittað sær at skriva í dag: ”Atmosferan var hugnalig, og samstundis nekaralík við tað at ljós og tónleikur passaðu saman”.
Í november mánaði í 1978 vitjaðu Savage Rose aftur. Hesaferð var tað Diskotekklubbin í Havn, sum stóð fyri vitjanini, og Savage Rose spældu tvær konsertir í Læraraskúlahøllini og eina í Klaksvík.
Á sumri 1987 vitðaju tey aftur í sambandi við eina stóra Vísustevnu, sum skipað varð fyri við nógvum gestum og konsertum kring landið. Savage Rose vóru við á eini konsert í Norðurlandahúsinum og spældu eisini á einum dansitiltaki í Badmintonhøllini í Gundadali tveir dagar seinni.
Eitt seinasta tónleikainnslag, sum vísir hvussu ómetaliga dugnaligur sangari Anisette er, er henda upptøkan av vakra barnasanginum hjá Harald Bergstedt og Carl Nielsen, ”Solen er så rød, mor”. Upptøkan er frá 2004 og kom út á eini fløgu, har kendir sangarar gjørdu sínar útgávur av kendum donskum sangum
”Tey sóu ljós sosialismunnar”
Við at leita í bløðunum frá seinastu øld á nettænastuni tidarrit.fo komu vit eisini á eina umrøðu, sum vinstrasinnaða blaðið Fríu Føroyar hevði av Savage Rose og teimum báðum Thomas Koppel og Anisette.
Talan er um eina grein, sum ikki hevur beinleiðis tilknýti til Føroyar, men sigur eitt sindur um, hvussu politisk upptikin Thomas Koppel og Anisette vóru, men fortelur kanska meira um hvussu politiskt upptikið hetta føroyska blaðið eisini var, sum kom út í árunum 1983 til 1993.
Vit taka tvey mergjað brot úr greinini í Fríu Føroyum, sum kom út (sjálvan) 14. september 1990. Høvundurin verður ikki upplýstur:
”Tá hon syngur um rotinskapin, sum smábørn í Rio vaksa upp í, er tað, sum kroystir hon ein lítlan blóðsdropa úr hvørjum orði. Tá hann smíðar løg, spretta fattar rósur fram. Einaferð væntaðu øll, at hetta fór at vera bólkurin, sum úr danska dunnugarðinum vann inn á altjóða pallin. Men so sóu tey ljós sosialismunnar. Hetta er søgan um hjúnini, ið funnu ein grundvøll og vórðu honum trúgv.”
”Enn dagin í dag hevur 41 ára gamla Anisette eina giddandi rødd, sum fær gløsini at glinta og tár at leita sær fram í eygnakrókunum. Hon sparir seg ikki, tá hon stendur á palli – og tað hevur hon ongantíð gjørt hesi fimtan árini, hon hevur sungið heimsins kúgaðu samhuga sín”.