Angus Steakhouse skiftir eigarar

Búffhúsið í Tórshavn & Klaksvík hevur fingið nýggjar eigarar

Bryndis Hjartardóttir
17. juni 2020 kl. 12:22

P/f Dvøljan hevur keypt Angus Steakhouse.

Búffhús-konseptið hevur tvær matstovur, eina í Klaksvík og eina í Havn. Hesar vóru keyptar frá felagnum nú fyri kortum. 

Ætlanin er at reka matstovurnar sum vant og koyra konseptið víðari uttan stórvegis broytingar. 

- Tað er eitt gott konsept og hevur verið væl rikið, so í fyrstu atløgu heldur virksemið á fram, sum vanligt, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í p/f Dvøljuni. 

P/f Dvøljan rekur eisini matstovurnar í SMS.