Anfinn Kallsberg er deyður
Anfinn Kallsberg bleiv 76 ára gamal
Ragnar Sjúrðarson
20. februar 2024 kl. 19:05
Í dag andaðist fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg, 76 ára gamal.
Tað skrivar VP.fo í kvøld.
Anfinn Kallsberg var løgmaður frá 1998 til 2004.
Anfinn Kallsberg hevði nógv onnur álitisstørv.
Hann varð valdur á ting fyri Fólkaflokkin frá 1980 til 2011.
Hann var løgtingsformaður árini 1991-1993, landsstýrismaður frá 1983-1985, januar-juni 1989 og juni 1996 - mai 1998 og fólkatingsmaður árini 2005-2007.
Hann var nevndarlimur í Norðurlandaráðnum frá januar til juli í 1991, og frá juli 1994 til 1998, limur í stýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús frá 1991 til 1996 og bygdarráðsformaður á Viðareiði frá 1974 til 1980.