Ein hvítarussiskur aktivistur stakk seg sjálvan í hálsin, tá hann í gjár var fyri rætti í hvítarussiska høvuðsstaðnum, Minsk.
Andstøðumiðlar í Hvítarusslandi boða sambært BBC frá, at Stepan Latypov stakk seg sjálvan í hálsin við tí, ið líktist einum penni, tá hann var í rættinum, og at hann síðan small um.
Latypov varð fluttur á sjúkrahús, har hann varð lagdur undir skurð, og sambært BBC er tamarhald á heilsustøðuni hjá honum.
Latypov varð ákærdur fyri at stuðla andstøðurørsluni á sosialu miðlunum og fyri at seta seg upp í móti handtøku, men Latypov hevur noktað seg sekan í øllum ákærunum.
Latypov stakk seg sjálvan, eftir at pápi hansara hevði vitnað í rættinum. Frammanundan hevði Latypov greitt pápa sínum frá, at myndugleikarnir hóttu við at gera seg inn á hann, um hann ikki játtaði seg sekan, og at teir høvdu hótt við at fara eftir grannum og familju hansara.
Forsetin í Hvítarusslandi, Alexander Lukashenko, hevur við harðari hond roynd at køva allari andstøðu í landinum, síðan hann á ivasaman hátt vann valið í august mánaði.
Hvítarussiskir myndugleikar hava eisini sett fyribils forboð fyri at hvítarussar sleppa úr landinum - eisini teir, ið hava uppihaldsloyvi uttanlands.