Andrias og Pætur eru millum teir fyrstu ellivu

Bæði Jóannes Bjartalíð og Jóan Símun Edmundsson eru á føroyska beinkinum

Mynd: FSF
Jóannes Hansen
15. oktober 2023 kl. 16:02

Nógvu tær seinastu ferðirnar hava tað verið Jóan Símun Edmundsson og Klæmint A. Olsen, sum hava mannað fremstu ódnirnar á føroyska landsliðnum. Viðhvørt hava teir báðir verið millum teir fyrstu ellivu, og viðhvørt hevur annar verið á vøllinum og hin á beinkinum.

Nú er tað greitt, at hvørki Jóan Símun ella Klæmint verður millum teir fyrstu ellivu, tá ið Kekkia og Føroyar klokkan 17 fara at spæla EM undankappingardyst á Doosan Arena í Plzen í Kekkia.

Teir sita báðir á beinkinum. Fremsti maður á føroyska liðnum er Pætur J. Petersen, sum spælir í KA á Akureyri í Íslandi, er í dag fremsti maður. Merkisvert er eisini, at Andrias Edmundsson er ein av fimm spælarum í verjuni.

Sammett við teir fyrstu ellivu í tapinum ímóti Póllandi hóskvøldið eru fýra spælarar skiftir út. Umframt Andrias Edmundsson og Pætur J. Petersen eru Sonni Ragnar Nattestad og Ári Mohr Jónsson nýggir á liðnum. Teir avloysa Hørð Askham, sum er leikbannaður, Gunnar Vatnhamar, sum ikki er við í Kekkia og Jóannes Bjartalíð og Jóan Símun Edmundsson.

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – René Shaki Joensen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup B. Andreasen, Ári Mohr Jónsson – Pætur J. Petersen

Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Jóannes Kalsø Danielsen, Bartal Wardum, Andrass Johansen, Stefan Radosavljevic, Magnus Egilsson, Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen, Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen