Andri komin heim aftur á Strendur

Hann verður bæði málmaður og venjari

Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, vinstrumegin, og Andri K. Hansen, málmaður og málmansvenjari
Áki Bertholdsen
10. juni 2023 kl. 10:10

StíF og Andri K. Hansen hava gjørt avtalu um, at hann verður málmaður hjá besta mansliðnum hjá StÍF næsta kappingarár. Sostatt er Andri komin aftur til sítt barndómsfelag, sigur StíF

Hetta seinasta árið hevur Andri verið málmaður í Fjølni, sum er í næstbestu deildini í Íslandi. Hann hevur staðið seg væl og tað manglaði lítið í hjá liði hansara at vinna pláss í bestu deild. Andri var eisini hjálparvenjari hjá barnaliðum hjá Fjølni.

Umframt at verja málið hjá besta mansliðnum, fer Andri eisini at vera málsmansvenjari hjá barna- og ungdómsliðunum hjá StíF. 

Andri er 23 ára gamal og býr á Skála. Hann hevur vant og leikt við StíF síðan hann var smádrongur. Hann hevur fyrr verið hjálparvenjari og málmansvenjari hjá barnaliðum hjá felagnum.