Átta mál á muni er ikki tann Dávid og Goliat-støðan, sum fólk spáddu um áðrenn Føroyar í dag møttu sterka týska landsliðnum í manshondbólti í Kiel. Vit kunnu siga, at Dávid er styrknaður munandi seinastu árini og nærkast fyri hvønn dag teimum stóru, har tað er stuttligt at spæla.
Úrslitið 34-26 (hálvleiksstøðan 17-11) er góðtikið av teimum, sum eru kring liðið. Tey iðra seg sum vera man tó eisini um ymiskt.
Føroyska liðið spældi mangan heilt væl, og har eru avgjørt dygdir, sum vit kunnu taka við okkum framyvir. Harímillum má nevnast, at fleiri av lyklaleikarunum eru blaðungir 19-20 ára gamlir, sum longu eru vanir at spæla í topphondbólti uttanlands, og úti í føroysku feløgunum eru fleiri heilt sterkir yngri leikarar á veg í manshondbólt og út um landoddarnar at spæla.
26 mál móti Týsklandi tala fyri seg, og tá skal havast í huga, at toppskjúttin í dag, Elias á Skipagøtu, ikki hevði sín besta dag. Hann hevði 13 málroyndir og skoraði fimm mál. Málmenninir Pauli Jacobsen og Nicholas Satchwell høvdu eisini trupulleikar at bjarga neyvu týsku skotunum, sum ferð eftir ferð endaðu í føroyska málinum. Pauli Jacobsen hevði tríggjar bjargingar og Satchwell hevði tvær.
Í hinum endanum hevði framúrskarandi Andreas Wolff ikki færri enn 18 bjargingar, og tað er ikki ov nógv sagt, at hann var tann heilt stóri munurin á liðunum báðum.
Munurin á útileikarunum var helst eisini har, kanska serliga tá vit hugsa um fysikk og klassa hjá týsku leikarunum. Men satt at siga var munurin tó ikki so heilt týðiligur sum væntað, tí føroyingar megnaðu í heilum at vísa sínar dygdir á vøllinum. Vit gjørdu villur, og vit høvdu næstan ongar bjargingar, men spenningurin ella í øllum føri undirhaldið fór ongantíð heilt úr dystinum, tí millum villurnar vóru í heilum góðar føroyskar støður. Fleiri ferðir heilt flottar eisini.
Elias á Skipagøtu og Hákun West av Teigum fingu enn einaferð flotta flúgvaran at rigga tíðliga í dystinum, Peter Krogh og Rókur Akralíð stóðu sera væl í verjuni, viðhvørt einki aftanfyri sterku týskararnar, og av strikuni fekk Helgi Hoydal fleiri bóltar í kassan, eins og Hákun West av Teigum fleiri ferðir hekk í luftini og skoraði av vonginum. Íalt altso 26 mál frá einum føroyskum liði, sum fá væntaðu tað stóra av.
Var áhugin stórur frammanundan, er hann neyvan minkaður aftaná dystin í dag, og tí kunnu nógvir áskoðarar væntast bæði í Høllini á Hálsi og við hús, tá liðini møtast aftur leygardagin á føroyskum heimavølli. Dysturin byrjar klokkan 19.00.
Føroysku málskjúttarnir vóru hesir:
Elias á Skipagøtu 5
Helgi Hoydal 4
Hákun West av Teigum 4
Kjartan Johansen 3
Leivur Mortensen 2
Rókur Akralíð 2
Tróndur Mikkelsen 2
Jónas Djurhuus 1
Vilhelm Poulsen 1
Peter Krogh 1
Pauli Mittún 1