Andrea Poulsen 100 ár

10. november 2024

Tórbjørn Jacobsen
10. november 2024 kl. 20:25

Mánadagin hin 11. november fyllir Andrea Poulsen úr Saltangará 100 ár. Dagurin verður hildin í Skótahúsinum við Løkin frá kl. 16-19. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Andrea er fødd og uppvaksin í Syðrugøtu. Foreldrini vóru Johannes Michael Sederius Dalbø (f. Michelsen) og Inger Anne Kathrine Højgaard. Mikal, pápin, var slektaður úr Barbustovu í Syðrugøtu og mamman Innan úr Gerði á Toftum – í gerandistosi róptu gøtufólk hana fyri Tofta-Inga. Børn teirra vóru 7 í tali, og nú eru bara Andrea og hin yngsta systirin Dania eftir á lívi. Hini vóru Poula, Arna, Daniel Pauli, Dagny og Jona.

Mikal doyði ungur av sjúku longu í november mánaða í 1946, og Tofta-Inga sat eftir einkja við børnunum. Andrea var tá 22 ára gomul og farin út at tæna. Sum aðrir ungdómar hevði hon fyri tað gingið í Gøtu skúla, har Konoy ráddi fyri borgum. Jákup Simonsen og frú Øregaard vóru lærarar.

Tiltikin góður skúli við strongum aga. Táið Andrea gekk seinasta árið í barnaskúlanum fekk hon møguleika fyri at fara til Danmarkar saman við skúlabørnum úr øllum landinum – og hon tók av – hetta var í 1938. Saman við hundrað øðrum ungdómum var hon niðri í tríggjar vikur.

14 ára gomul ekspederaði hon í handlinum hjá Poul Andriasi, og seinri var hon arbeiðsgenta og bindikona hjá Suffíu Gregersen í Grógv. 16 ára gomul fór hon at tæna hjá Øregaard í Norðragøtu – hetta var táið Jákup Frederik og Helga búðu inni í dalinum.

Táið hon var 18 ára gomul, fór hon til Klaksvíkar at tæna hjá Ewaldi og Gerdu Kjølbro, - har var hon í hálvt sætta ár. Hon lærdi eisini at seyma har norðuri. Tað var í Klaksvík at hon og eiðismaðurin Alfred hittust og gjørdust góð við hvørt annað. Hetta var í 1949. Alfred var í smiðjulæru á Bedingini.

Eftir sveinastykkið fór Alfred til Keypmannahavnar at læra til maskinmeistara. Andrea fór við honum, og fitt í hondunum sum hon er, fór hon at seyma á seymistovu á Gamle Kongevej. Tey bæði giftust í 1953. Fluttu heimaftur í 1957 og fingu tey seks børn. Afturkomin úr Danmørk búðu tey inni hjá Tofta-Ingu, og seinri bygdu tey sær hús í gerðinum hjá Poul á Líknargøtu í Heiðunum. Tey fluttu inn í 1958.

Andrea var heimaarbeiðandi tey fyrstu árini, men í 1963 tók hon eitt skeið í hárfríðkan í Keypmannahavn. Eftir tað virkaði hon sum hárfríðkanarkvinna í egnum húsum í mong ár. Hon hevur eisini arbeitt á flakavirki og í køkinum á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Alfred doyði í 2016 og í 2021 flutti Andrea inn hjá Roðanum á Toftum. Á Vesturskini.

Runavíkar kommuna ynskir Andreu hjartaliga til lukku við teimum hundrað árunum.