Andrass Nolsøe: - vænta serliga at bogaskjóting og svimjing fara at vinna Føroyum heiðursmerkir

Andrass Nolsøe, ítróttaráðgevi í Ítróttasamband Føroya, hevur góðar vónir til oyggjaleikirnar á Guernsey

Ragnar Sjúrðarson
16. juni 2023 kl. 17:00

-    Nøkur ting hava verið sera trupul at fáa upp í lag til oyggjaleikirnar í ár. Ferðingin og gistingin á Guernsey hevur verið ein avbjóðing tí flogvøllurin á Guernsey er rættiliga avmarkaður, so Atlantic Airways kann ikki lenda á Guernsey við fullum flogfari.

-    Tey flúgva 160 fólk beinleiðis til Guernsey og 174 heimaftur. Hetta ger at fleiri mugu ferðast umvegis keypmannahavn-London og so Guernsey – so tað hevur verið rættiliga roksut.

-   Viðvíkjandi gisting so eru eru tað sera fá hotelkømur á Guernsey og hevur tað eisini verið trupult at fáa alt at ganga upp. Men tað hevur eydnast nú til síðst. Eftir umstøðunum eru vit sum heild nøgd við fyrireikingarnar, og gleða okkum at seta hol á tað sum tað snýr seg um – oyggjaleikirnar.

Føroyingarnir eru væl fyri

-    Hvussu eru vónirnar?

-    Vónirnar eru sum heild góðar. Føroysku ítróttafólkini eru væl fyri og vit vænta heilt sikkurt at fáa nøkur fín úrslit á Guernsey. 

-    Tó eru tvær ítróttagreinar ikki við í ár, sum søguliga plaga at vinna nógv heiðursmerkir, tær eru judo og fimleikur.

 

-    Hvørjar ítróttagreinar væntar tú fara at klára seg væl?

-    í ár vænta vit serliga at bogaskjóting og svimjing fara at vinna fleiri heiðursmerkir, men har eru fleiri aðrar ítróttagreinar, sum eisini kunnu gera seg galdandi.

Fyrstu ferð at kappast verður hjá føroysku kurvabóltskvinnunum

-    Tað er sera gleðiligt at kurvabóltur luttekur hjá bæði manns- og kvinnulandsliðum í ár. Hetta er fyrstu ferð at føroysku kurvabóltskvinnurnar eru við - tað fegnast vit stórliga um.

-    Tann stóri munurin í ár og undanfarnu leikirnar er, at tað ikki vera eins nógvir føroyskir áskoðarar sum tað plaga. Orsøkin er, at tað er sera trupult at finna nakað stað har ein kann gista og av somu orsøk ergistingin dýr og tað er dýrt at ferðast til og frá Guernsey.

 

-    Flaggberari í ár verður Veteranurin Petur Niclasen frá borðtennis. Petur hevur luttikið á øllum oyggjaleikunum síðan 1989 sum leikari ella venjari, tó undantikið í 2013 tá borðtennis ikki var við. 

-    Vatnberari er Líggjas Joensen frá svimjing. Hann er yngsti íðkari í føroyska hópinum og er við á oyggjaleikunum fyri fyrstu ferð.