Andras Mortensen fingið M.A. Jacobsens virðisløn

Andras Mortensen fekk virðislønina fyri verkið Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld, sum hann gav út á forlagnum Fróðskapi til jólar í fjør

setur.fo
31. oktober 2024 kl. 20:20

Fyri løtu síðani vórðu virðislønir M.A. Jacobsens fyri 2024 handaðar í Müllers pakkhúsi í Havn, og vit á Setrinum fegnast serliga um, at søgufrøðingurin, Andras Mortensen, sum starvast á Søgu- og samfelagsdeildini, fekk virðislønina fyri yrkisbókmentir í ár.

Tað fekk Andras fyri verkið Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld, sum hann gav út á forlagnum Fróðskapi til jólar í fjør. Í bókini hevur Andras skrivað lærdar greinir um Kongbókina og tær lógir og tekstir, sum í henni eru, og Andras hevur eisini skrivað og týtt gomlu lógartekstirnir, so teir nú eru munandi lættari atkomuligir hjá øllum áhugaðum føroyingum.

Á Søgu- og samfelagsdeildini hava lesandi longu havt høvi at nýta verkið í lesnaði sínum, og bæði tey og undirvísarar eru ivaleys um, at henda útgávan er eitt stórt framstig fyri undirvísingina bæði í eldri føroyskari søgu og í løgsøgu.

Grundgevingin hjá nevndini var soljóðandi:

Í bókini hevur Andras á hegnisligan hátt skrivað av og týtt allan tekstin í Kongsbókini, sum er einasta skinnbók, sum er varðveitt í Føroyum. Við hesum avrikinum hava øll nú lætta atgongd til alt tað, sum stendur í elstu skrivligu kelduni um Føroyar. Í Kongsbókini eru tær lógir, sum vóru galdandi fyri Føroyar, og í nøkrum kapitlum greiðir Andras frá innihaldinum í Kongsbókini, frá søguni hjá ymisku lógartættunum og frá, hvat alt hetta sigur okkum um Føroya støðu í ríki Noregs kongs. Samanlagt fáa vit við nýggju Kongsbókini nógv dyggari innlit í elstu keldur okkara, og tað gevur góðar møguleikar at skilja elstu søgu okkara á nýggjan hátt.