Andras er trúgvur og drúgvur

Liðformaðurin í EB/Streymi hevur skrivað undir nýggjan sáttmála

Andras Ó. Olsen og Jógvan í Skorini formaður í EB/Streymi. Mynd: EB/Streymur
Jóannes Hansen
7. desember 2023 kl. 13:41

Fyrr í vikuni vóru søgurnar, at EB/Streymur hevði skrivað undir nýggjar sáttmálar við ungu vongverjarnar. Tann fyrri var Bergur J. Poulsen, sum er vongverji í høgru, og tann seinni var Virgar Jónsson, sum er vongverji í vinstru.

Í dag er søgan frá EB/Streymi, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við miðverja. Talan er um Andras Ó. Olsen, sum seinastu árini hevur verið liðformaður og álit í verjuni.

28 ára gamli Andras Ó. Olsen hevur bara umboðað barndómsfelagið. Sambært faroesoccer.com var hann fyrstu ferð á besta liðnum hjá EB/Streymi í fyri meiri enn átta árum síðani. Hetta var 3. mars í 2015, tá ið úrslitið í fyrsta umfari og á útivølli ímóti B36 var 1-1.

 Higartil hevur Andras Ó. Olsen, sum er ættaður úr Streymnesi, í átta ár á rað spælt 148 landskappingardystir í bestu deildini og skorað 11 mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 13 dystir.