Ancelotti verður nýggjur venjari hjá Madrid

Ancelotti tekur við sum venjari hjá spanska høvuðsstaðarfelagnum fyri aðru ferð, nú Zidane hevur sagt seg úr starvi

Steinar Patursson
2. juni 2021 kl. 11:43

Tað verður 61 ára gamli Carlo Ancelotti, ið skal taka yvir í venjarasessinum hjá Real Madrid, eftir at Zinedine Zidane herfyri tók seg úr starvi í spanska høvuðsstaðarfelagnum.

Ancelotti hevur áður staðið á odda fyri Madrid í tvey ár, frá 2013 til 2015, men hevur seinasta hálvtannað árið verið venjari hjá Everton.

Sambært BBC er talan um ein fimm ára sáttmála, ið Ancelotti hevur skrivað undir við Real Madrid, og skiftið til Madrid merkir samstundis, at Everton skal hava ein sætta nýggjan venjara innan fimm ár.

Zinedine Zidane, ein fótbóltshetja í Madrid, segði seg úr starvi, tí hann føldi ikki, at hann fekk stuðul frá leiðsluni í felagnum meira, og at hann hevði ikki møguleika at byggja liðið upp til langsiktaðar ætlanir.

Væntað verður, at Real Madrid sýnir Ancelotti fram fyri miðlunum í dag.

Ancelotti hevur vunnið heimligu kappingarnar við AC Milan, Chelsea í Onglandi, Paris SG í Fraklandi og Bayern í Týsklandi.

Harumframt hevur hann eisini vunnið Champions League tvær ferðir við AC Milan og eina ferð við Real Madrid.

Undir leiðsluni hjá Zidane hevur Real Madrid vunnið Champions League heili tríggjar ferðir, men liðið endaði kappingarárið í ár uttan steyp av nøkrum slag.

Zidane var hjálparvenjari hjá Ancelotti, tá Ancelotti var venjari hjá Real Madrid í 2013.