Ongi úrslit

Amnesty skal hava nýggjan aðalskrivara

Eftir 11 ár sum aðalskrivari fyri Amnesty International í Føroyum, er Katrin á Neystabø farin í annað starv.

Steinar Patursson
23. sepember 2021 kl. 09:27

Amnesty International í Føroyum skal nú hava ein nýggjan aðalskrivara, eftir at tað er greitt, at Katrin á Neystabø er farin í starv hjá ÍSF.

Katrin á Neystabø byrjaði í starvinum hjá ÍSF 1. september, har uppgávan er at "styrkja breiddina" í føroyskari ítrótt, og at virka fyri, at føroyingar hava eitt sunt og gott felagslív í ítrótti.

Talan er sostatt um broytingartíðir í Amnesty í Føroyum, tí hetta er fyrstu ferð í 11 ár, at Amnesty skal hava nýggjan aðalskrivara.

Umframt at virka við "vanliga" Amnesty arbeiðinum at skriva brøv til gagns fyri samvitskufangum í útlondum, hevur Amnesty eisini verið virkin innan landoddarnar seinastu árini. Úr rúgvuni kunnu nevnast átøkini Mynd krevur samtykki, Sex krevur samtykki, og arbeiðið fyri LGBT rættindum, kroppsligum rættindum og flóttafólkarættindum.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

13 tímar síðan