Amnesty Føroyar varpar ljós á rættindini hjá kvinnum í Miðeystri og Norðurafrika

Á altjóða kvinnudegnum í ár varpar Amnesty Føroyar ljós á rættindini hjá kvinnum í Miðeystri og Norðurafrika við at heita á fólk um at skriva fyri Zeynab

Tíðindaskriv
8. mars 2021 kl. 08:42

Iranska-kurdiska Zeynab Jalalian er 40 ár og hevur sitið fongslað ósek í meira enn 12 ár. Zeynab er dømd lívlanga fongsulsrevsing fyri sítt politiska arbeiði í kurdiska andstøðuflokkinum PJAK.

PJAK arbeiðir fyri rættindum hjá kurdiskum kvinnum og fyri kurdiskum sjálvstýri. 

Eftir at Zeynab varð tilvildarliga handtikin í 2008, sat Zeynab avbyrgd í átta mánaðir og fekk einki samband við sakførara. Zeynab hevur greitt frá, at hon hetta tíðarskeiðið varð pínd av umboðum úr fregnartænastuni, sum pískaðu hana upp undir iljarnar, slógu hana í búkin, dukaðu høvdið á henni í veggin og hóttu við at neyðtaka hana.

Zeynab hevur eisini greitt frá, at høvdið á henni einaferð varð dukað so hart í ein vegg, at hon fekk skallabrot og innari bløðingar, og sjónin viknaði.

Í meira enn seks ár hava myndugleikarnir noktað henni atgongd at læknahjálpini, henni tørvar. Einastu ferð, hon er sloppin til lækna, var, tá ið hon fekk covid-19. Men hon er ongantíð kannað aftur fyri lungnatrupulleikarnar, sum hon stríðist við eftir covid-19.

Amnesty Føroyar heitir á fólk at vísa samhuga við Zeynab. Tað kann gerast her.

Skriva undir og les meira um Zeynab, og hvørjum Amnesty arbeiðir fyri her.

Zeynab er ikki einsamøll

Zeynab er bert ein av milliónir av kvinnum, sum liva undir ótolandi umstøðum. Amnesty Føroyar skrivar, at í nógvum av londunum í Miðeysturi og Norðurafrika er lívið hjá nógvum gentum og kvinnum gjøgnumsúrgað av dagligum harðskapi heima og úti á gøtuni. Kynsgrundaður harðskapur er gjøgnumgangandi í fleiri av hesum samfeløgum og ógvusligu harðskapstølini undir COVID-19 undantaksstøðuni hava vanlukkuligar avleiðingar.

Avleiðingar, sum fara at liva longur enn korona, og sum fara at røkka longur fram í tíðina, enn vit kunnu hugsa okkum.

Áheitanir um harðskap í Føroyum vaksandi 

Hóast tølini fyri MENA økið rópa harðast, so eiga vit at fylgja væl við støðuni í Føroyum. Tann 25. november 2020 á Altjóða degnum móti harðskapi móti kvinnum vístu Amnesty Føroyar, Kvinnufelagið og Kvinnuhúsið á, at áheitanirnar til Kvinnuhúsið vóru hækkaðar við 50 prosentum. 

- Hesum eiga vit sum samfelag at vísa stóran ans, skrivar Amnesty Føroyar.     

Á Instagramvanganum hjá Amnesty Føroyar ber til at síggja fleiri myndir av kvinnurættindasigrum seinasta árið. Millum annað er samtykkilóggáva innførd í Danmark, gentir í Sierra Lieone sleppa í skúla, hóast tær eru við barn og í Sudan umskering gentubørnum avtikin.