Løgreglan í Stórabretlandi viðgerð drápið av Sir David Amess seinnapartin í gjár sum eina yvirgangsatsókn.
Løgreglan sigur sambært BBC, at møguligt samband er millum 25 ára gamla álopsmannin og víðgongda islamismu.
David Amess varð stungin fleiri ferðir, tá hann hittist við veljarum á sokallaðum constiuent surgery í Leigh-on-Sea seinnapartin í gjár. Hóast sjúkrabilar vóru skjótir á staðnum, doyði David Amess av løstunum.
Løgreglan hevur framt kanningar á tveimum bústøðum í London økinum, men leita ikki eftir fleiri fólkum í sambandi við drápið. Hildið verður, at maðurin, ið er handtikin, framdi morðið einsamallur, men málið verður framvegis kannað nærri, sigur BBC.
Keldur hjá BBC vilja vera við, at maðurin var bretskur ríkisborgari við somalskari bakgrund.
David Amess sat sum konservativur tinglimur fyri Southend West, og hann hevur verið tinglimur síðan 1983. Amess var giftur og hevði fimm børn.
David Amess er annar bretski tinglimurin, sum er myrdur seinastu fimm árini. Labour tinglimurin Jo Cox varð eisini myrd í 2016.