Møguliga verður eitt nýtt slag av kips at síggja í handlunum í næstum.
PepsiCo, ið er fyritøkan handan Doritos og Lays kips hevur almannkunngjørt eina ætlan um at koma við einum nýggjum slagi av kips, ið eru serliga ætlað kvinnum.
Sambært Indra Nooyi, sølustjóra hjá PepsiCo, vilja kvinnur helst hava kips, sum ikki eru feittut, og sum ikki gresja.
Tí umhugsar fyritøkan at framleiða kips í smáum pakkum, sum passa í hondtaskuna hjá kvinnum, og sum harumframt hvørki gresja ella feitta.
Sambært Indra Nooyi, vísa kanningar, at kvinnur ikki dáma kips ið gresja og feitta, og tí eta tær ikki kips alment.
Tá hon varð spurd, um PepsiCo ætlar at framleiða eitt slag av kips til kvinnur, og eitt til menn, segði hon, at tað er ikki akkurát ætlanin. Hon segði ikki, um PepsiCo ætlar at framleiða heilt nýggj sløg av kips, ella um tey ætla at koma við nýggjum útgávum av kips sløgum, ið longu eru á marknaðinum.
Hesi tíðindi vóru ikki væl móttikin á sosialu miðlunum, og nógv hava víst sína misnøgd á Twitter og hava víst á, at kvinnur hvørki ynskja ella hava tørv á eitt serligt slag av kips.
Kelda: CNBC, CNN, ABC