– Hetta hendir bara her í okkara landi.
Tað segði amerikanski senatorurin Chris Murphy, tá hann helt kensluborna røðu í Kongressini í nátt okkara tíð, eftir at tíðindini júst vóru komin, at ein 18-ára gamal drongur hevur dripið minst 19 børn og tveir lærarar, tá hann leyp á Robb Elementary School í lítla býnum Uvalde í Texas.
Senatorurin bað inniliga sínar starvsfelagar um at koma fram til eina semju, so tað verður møguligt at avmarka vápnaloyvi ella møguleikan hjá fólki at fáa atgongd til vápn, so talið av skottilburðum í amerikanskum skúlum kann skerjast niður í einki.
Demokratiski senatorurin segði, at tað var neyðugt at taka tey røttu stigini til at minka um skottilburðirnar.
– Tað slepst ikki undan tílíkum tilburðum. Hesi børnini vóru ikki bara óheppin at vera á skeiva staðnum til skeivu tíðina. Hetta hendir bara her í okkara landi. Onga aðrastaðni fara børn í skúla og skulu stúra fyri, at tey kunnu verða skotin. Onga aðrastaðni eru foreldur noydd at tosa við síni børn, sum eg havi, og greiða teimum frá, hví tey eru biðin um at goyma seg á wc-inum og vera still í fimm minuttir, tí ein óndur maður kann koma inn í húsið.
– Hetta hendir onga aðrastaðni enn her í USA. Hetta er eitt val. Hetta er eisini okkara val, um vit vilja, at hetta skal halda fram. Hvat er tað, vit gera?
– Hvat er tað, vit gera?, endurtók Chris Murphy í Kongressini í nátt okkara tíð.
Brot úr røðuni sæst her:
(Kelda: Evening Standard)
Viðurkendur NBA-venjari: - Eg havi fingið nokk!
Tann viðurkendi NBA-venjarin Steve Kerr hartaði eisini amerikonsku politikkarunum eftir skottilburðin í Texas í gjár.
– Eg eri ikki komin her at tosa um kurvabólt.
Soleiðis segði Steve Kerr í innganginum, tá hann hitta miðlarnar áðrenn NBA-dystin millum Golden State Warriors og Dallas Mavericks.
Karismatiski Warrior-venjarin tosaði als ikki um dystin, men vendi sær heldur til miðlarnar við einum øðrum boðskapi. Hann langaði nevan í borðið og segði við harðmæltari rødd.
– Eg eri troyttur av hesum. Eg eri so troyttur at sita her og biðja samkenslu til sundursoraðu familjurnar. Eg eri so troyttur at halda tøgn í ein minutt. Nú er tað nóg mikið, segði Steve Kerr.
Eisini kom NBA-venjarin inn á lógina, sum summir politikkarar forða fyri at koyra í tingið, har ein eftirlitskanning skal gerast fyri øll, ið ynskja at keypa vápn.
– Eru tit greið yvir, at 90 prosent av amerikanska fólkinum – óansæð hvat tey velja – ynskja at fáa innført hesa eftirlitskanningina? 90 prosent. Vit verða hildin sum gíslar av 50 senatorum í Washington, ið nokta fyri, at tað skal atkvøðast um hetta. Teir vilja heldur halda fast í teirra egnu makt.
– Hetta er ússaligt! Eg havi fingið nokk!
Soleiðis endaði Steve Kerr sína brandtalu, áðrenn hann langaði nevan á borðið, reisti seg og fór úr rúminum.
Videobrot frá tíðindafundinum sæst her:
(Kelda: CNBC)
Sambært einari meting hjá Gun Violence Archive (GVA), so hava tað higartil í teimum 144 fyrstu døgunum í 2022 verið ikki minni enn 212 tilburðir við hópskjóting í USA í ár.
Ein samanteljing hjá CNN vísur, at skottilburðurin í Texas í gjár, týsdagin, er tann 39. í einum skúla, einum miðnámsskúla ella universiteti í ár.
Kilda: CNN og GVA