Amerikanskur fótbóltur: Eina milliard fyri at spæla í trý ár

Green Bay Packers hevur gjørt sáttmála við spælskiparan Aron Rodgers fyri tey næstu trý árini, og ikki kann sigast annað enn, at talan er um ein rættiliga dýran sáttmála. Felagið skal av við 150 milliónir dollarar, um Rodgers ger sáttmálan lidnan

Aaron Rodgers verður ikki beinleiðis illa fyri, um hann bara spælir tað eina árið í Green Bay. Tað gevur honum næstan 280 milliónir krónur. Men øll trý árini geva honum eina milliard (Mynd: EPA-EFE)
Sveinur Tróndarson
15. mars 2022 kl. 21:15

Vit hava ofta lyndi til at halda, at ítróttarsáttmálarnir um okkara leiðir, tað vil siga í Europa, eru stórir, og tað er einki at siga til, tí fleiri stórir sáttmálar eru gjørdir millum ár.

Men tað er fyri einki at rokna aftur ímóti sáttmálunum, sum verða gjørdir hinumegin Atlantshavið. Tað er tann nýggjasti sáttmálin sum Green Bay Packers hevur gjørt við spælskiparan, Aron Rodgers, eitt ógvuliga gott dømi um.

Nýggi sáttmálin, sum er galdandi fyri trý tey næstu kappingarárini, kostar felagnum 150 milliónir dollarar, og tað svarar runt roknað til eina milliard krónur. Ella eina milliard og 20 milliónir, og tað sigur eitt sindur, tá vit soleiðis runda 20 milliónir krónur niður.

Aron Rodgers er tað, sum í amerikonskum fótbólti eitur quarterback, tað vil siga, at hann er spælskipari, tá liðið er í álopið. Hann hevur verið í Green Bay Packers síðan 2005, og tað vil siga, at ger hann henda sáttmálan lidnan, ja, so hevur hann verið í sama felag í 20 ár, og hetta tíðarskeiðið hevur hann, higartil í øllum førum, vunnið meistaraheitið einaferð. Tað var, tá Green Bay í februar 2011 vann Super Bowl XLV-finaluna ímóti Pittsburg Steelers.

Sáttmálin hjá Aron Rodgers er soleiðis settur saman, at hann fyri næsta kappingarár fær 41 milliónir dollarar (279 milliónir krónur), hann fær 59 milliónir dollarar (401 milliónir krónur) fyri 2023 og 49 milliónir dollarar (333 milliónir krónur) fyri 2024.

Tað er eitt sindur ørandi…