Prátar Jamie Dimon, so lurtar Wall Street
- Eg havi áður sagt, at tað eru illveðursskýggj, men tað rætti eg. Tað er ein ódn, segði Jamie Dimon dapurt, gjárkvøldið til eina búskaparráðstevnu í New York, har ein spent fjøld, ið var full av búskaparligum greinarum og íløgumonnum sat og lurtaði. Jamie Dimon hevur síðani 2005 verið stjóri í J.P. Morgan, ið er størsti bankin í USA.
- Ódnin er beint har, niðri á vegnum, og hon kemur henda vegin, legði Dimon aftrat. Hetta er ein dapur spádómur um alheimbúskapin, ið Dimon kom við í gjárkvøldið. Dimon metur at alheimsbúskaprin fer at bremsa sera ógvusliga í nærmastu framtíð.
- Vit vita ei, um tað verður ein lítil ódn ella ein superódn Sandy. Tú mást heldur fyrireika teg. Hjá J.P. Morgan fyrireika vit okkum, og vit fara til at vera ógvuliga konservativir í samband við okkara javnvág, segði Dimon dapurskygdur. Ódnin Sandy, ið Dimon sipar til, rakti amerikonsku eystursíðuna í 2012. Ódnin var millum tær mest oyðileggjandi ódnirnar í amerikanskari søgu.
Søguligt
Orsøkirnar til ódnina, sum Dimon metur fer at raka alheimsbúskapin í næstum, eru í høvuðsheitum tvær. Onnur av orsøkunum er tann, at undir korona kreppuni fór amerikanski høvuðsbankin, Federal Reserve, í holt við eina methøga íløguætlan, sum pumpaði milliardir av dollarum út í búskapin mánað eftir mánað, men henda gongdin heldur ikki á fram. Tí nú ætlar Federal Reserve at selja av burturav, fyri at taka pengar úr búskapinum og á henda hátt fáa javnvág aftur.
Í búskaparfrøðini verður hetta nevnt “quantitative tightening”. Hetta er sambært Jamie Dimon søguligt, tí ongantíð áður hevur heimurin sæð líknandi “quantitative tightening”.
Hin høvuðsorsøkin til búskaparligu ódnina, ið Dimon prædikar um, er kríggið í Ukraina og hvussu tað ávirkar rávøruprísin.
- Vit innføra ikki tey røttu tiltøkini fyri at verja Evropa ímóti tí, sum fer at henda við oljuni innan stutta tíð. Og vit seta ikki tey røttu tiltøkini í verk fyri at verja tykkum øllum ímóti, hvat fer at henda við oljuni tey komandi fimm árini, segði Dimon í gjárkvøldið til búskaparráðstevnuna.
Dimon metur, at oljuprísurin kann hækka upp so mikið nógv, at prísurin fyri eina tunnu av olju fer at liggja um 150 til 175 dollarar per tunnu.