Amerikanskt hernaðarflogfar til Føroya í morgin
Seinnapartin í morgin hevu tað fingið loyvi til at flúgva lágt yvir Føroyum
Áki Bertholdsen
21. juni 2024 kl. 00:32
Í morgin, fríggjadagin, kemur eitt amerikanskt hernaðarflogfar til Føroya. Talan er um eitt HC-130J-flogfar og tað fer at seta seg á flogvøllinum í Vágum.
Landssstýrið upplýsir í hesum sambandi, at flogfarið hevur fingið loyvi at flúgva lágt yvir Føroyum seinnapartin í morgin.
Talan er um eitt flogfar hjá New York National Guard, og tað er serútgjørt til leiting og bjarging. Flogfarið stendur í Vágum um vikuskiftið og fer avstað aftur sunnudagin.