Stóru donsku fyritøkurnar Ørsted, Vestas, Haldor Topsøe, Novo Nordisk Fonden og BIG Arkitektar vóru boðnar á fund, og harafturat vóru boð send til Ocean Rainforest úr Føroyum, um at taka lut á fundinum við umboðini fyri amerikansku stjórnina.
Amerikanskir myndugleikar hava fyrr sent boð eftir Ocean Rainforest, tí stórur áhugi er fyri taraaliskipanini, sum felagið hevur ment og roynt í eitt drúgt áramál í Funningsfirði.
Seinastu tvey árini hevur Ocean Rainforest arbeitt við at laga føroysku aliskipanina til umstøðurnar fram við kaliforniastrondini í samstarvi við amerikanska orkumálaráðið, sum fíggjar stóran part av verkætlanini.
Fýra fólk starvast hjá Ocean Rainforest í Kalifornia.
Á fundinum vísti felagið á, at loyvismannagongdirnar mugu gerast einfaldari, um verulig ferð skal koma á taraaling og gagnnýtslu av havøki til at framleiða burðadygga orku og minka um útlátið av CO2.
Ocean Rainforest takkaði fyri álitið, sum amerikanskir myndugleikar sýndu felagnum, og mælti til at víðkað samstarvið tvørtur um Atlantshav, so meiri ferð kemur á taraalingina í Evropa og Amerika.