Milliónir av amerikanarum eru í dag á vali, har teir skulu gera av, hvussu samansetingin í amerikansku kongressini – tað er umboðsmannatingið og senatið – skal síggja út komandi tvey árini.
Atkvøðast skal um umboðsmannatingið – alt, sum tað er – og ein triðingur av sessunum í senatinum skulu eisini avgreiðast.
Harumframt er eisini guvernørval í flestu statunum í USA.
Demokratiski flokkurin hevur í løtuni ein sera smalan meiriluta í báðum kømurunum. Vanligt er, at tann flokkurin, ið hevur forsetan, missir fleiri sessir í miðskeiðsvalinum, og væntað verður eisini, at republikanski flokkurin tekur í øllum førum umboðsmannatingið, tá valið er av.
Stríðið um senatið er javnaðari, og mett verður, at senatsvalið verður avgjørt í Pennsylvania, Georgia, Nevada og Arizona.
Fær republikanski flokkurin meirilutan í umboðsmannatinginum, verður tað torført hjá Joe Biden forseta at fáa samtykt nýggjar lógir.
Men trupulleikarnir hjá forsetanum fara ivaleyst ikki at steðga har, tí sambært einari uppteljing hjá CBS News hava fleiri enn helvtin av valevnunum hjá republikanarunum verið ivasamir um rættvísi av valsigrinum í 2020 hjá Joe Biden.
Republikanar hava eisini gjørt greitt, at fáa teir meirilutan í umboðsmannatinginum, verður kanningararbeiðið í sambandi við uppreisturin og hertøkuna av Capitol bygninginum 6. januar í 2020 steðgað, og ístaðin verður kanningararbeiði um forsetaembætið hjá Biden sett í verk.
Vinna republikanarar meirilutan í umboðsmannatinginum, verður tað ivaleyst Kevin McCarthy úr California, ið gerst tingformaður, og hann vil ikki nokta fyri, at hann kundi funnið upp á at roynt at stilla Joe Biden fyri ríkisrætt.