Í morgin letur fyrsti kassafríi matvøruhandilin hjá stóru fyritøkuni, Amazon upp í Seattle. Handilin verður róptur Amazon Go, og nýtir myndatól og sensorar fyri at halda skil á hvørjar vørur fólk taka av hillunum, og hvørjar vørur tey leggja aftur.
Fyri at keypa skulu viðskiftafólk hava eina Amazon Go app á teirra fartelefon. Hendan appin skrásetur allar vørurnar tey taka, og tá tey fara úr handlinum aftur verður kostnaðurin fyri vørurnar trektur av tí gjaldskortinum, sum tey hava skrásett á sínum Amazon-brúkara. Altso nýtist man ikki at standa í kø fyri at gjalda við kassan sum í øðrum handlum.
Amazon Go lat upp fyri starvsfólk síni í desember 2016, og ætlanin var at handilin skuldi lata upp fyri øll í fjør, men vegna ymiskar trupulleikar bar tað ikki til.
Sambært The Guardian, hevur Amazon enn ikki kunngjørt nakra ætlan um at lata upp fleiri Go-handlar.