Nýggja appin hjá Amazon kom fram í januar mánað, ið vísti eitt blátt klisturband yvir búmerkið hjá Amazon, men tað var skjótt, at fyrstu viðmerkingarnar vóru at síggja, at hetta nýggja búmerkið líktist ov nógv yvirskegginum hjá nasistiska einaræðisharranum, ið var atvoldin til seinna heimsbardaga.
Amazon hevur nú broytt sítt búmerki, skrivar millum annað CNN.
Amazon, ið hevur eitt marknaðarvirði á svimblandi 9,315 milliardir krónur, hevur tí rakað tað av, ið líktist kendasta yvirskegginum í heimssøguni, og hevur ístaðin fingið eitt annað klisturband, sum líkist einum klisturbandi mann skal fara í holt við at taka av klisturrulluni, tá millum annað ein pakki skal klistrast.
Tað vóru tó bert brúkarar hjá Amazon í Stórabretlandi, Spania, Italia og Niðurlondum, sum náddu at síggja búmerkið við yvirskegginum. Tað nýggja búmerkið kom í síðstu viku, og er nú at síggja í øllum londum, har Amazon heldur til.
Gamla búmerkið finst tó enn á ymsum sosialum pallum.