Álvarslig trygdarkunning frá Strandferðsluni um Smyril

 Nú verða tey, sum ikki halda seg til reglurnar um at smugla bensin við Smyrli, meldað til løgregluna

Áki Bertholdsen
2. juni 2024 kl. 15:42

Nú í verkfall er, hava tey flestu fingið við, at tað er bara er í Suðuroy, at bensin er at fáa og tí eru tað nógvir bilførarar, sum taka leiðina við Smyrli til Suðuroyar at fylla tangan.

Men tað eru eisini nógv, sum nýta høvi at bunkra bensin upp í dunkar at hava norður afturt við sær.

Tað gav at bíta í morgun, tá ið ein bilførari varð tikin á Krambatanga fyri at hava bunkrað bensin upp í tveir plastposar, sum ætlanin var at hava við sær norður við Smyrli.

Tað varð uppdagað og bensinið varð tikið og burturbeint.

Les meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/bunkradi-bensin-i-suduroy-upp-i-plastposar-og-skuldi-umbord-a-smyril

Men tað hevur fingið Strandferðsluna til at koma við eini álvarsligari trygdarkunning til tey, sum ferðast við Smyrli, sum tey kalla tað.

– Vegna áhaldandi royndir at flyta diesel og bensin í ólógligum íløtum, á farleiðini hjá Smyrli, má Strandfaraskip Landsins koma við hesum trygdarboðum, sigur Strandferðslan. 

– Tað er strangliga bannað at flyta brennievni í ólógligum íløtum, siga tey. Eitt undantak eru góðkendir dunkar, sum taka fimm litrar, ella minni, og sum fleiri hava í bilinum, sum eina eyka trygd, skuldu tey komið í vanda fyri at steðgað upp fyri bensin, ella diesel.

Men tað eru eisini fleiri, sum royna at fáa størri dunkar við Smyrli, og tað er strangliga bannað.

Og nú fer Strandferðslan at melda bilførarar, sum royna at smugla bensin úr Suðuroy í dunkum.

Tað verður mett sum ein tilvitað roynd at bróta trygdina umborð á skipinum og tískil verður tað meldað til løgregluna, sigur Strandferðslan.

Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hetta, sum nú fer fram, kann ikki ganga longur og tí taka tey hetta stigið.

Tey hava eisini tosað um at geva fólki karantenu, so at tey ikki sleppa við Smyrli aftur fyribils, royna at tey at smugla bensin úr Suðuroy.