Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum

Verður sálarligur harðskapur kriminaliseraður, verður tað ein greið samfelagslig staðfesting av, at gerðir, sum koma undir sálarligan harðskap og tráfylging, ikki verða góðtiknar í føroyska samfelagnum

Almenna- og mentamálaráðið
7. november 2024 kl. 10:53

Sálarligur harðskapur er evni á tiltaki á altjóða degnum móti harðskapi móti kvinnum 25. novembur, sum Sig Frá, Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn og Amnesty International Føroyar skipa fyri. Hóast sálarligur harðskapur kann vera eins oyðileggjandi og likamligur harðskapur, er eingin áseting í føroysku revsilógini, ið kriminaliserar sálarligan harðskap í sjálvum sær. Tað sama er galdandi við tráfylging.

Sálarligur og likamligur harðskapur eru tæt knýttir og tað vísir seg, at likamligur harðskapur aloftast byrjar sum sálarligur harðskapur. Sálarligur harðskapur kann vera eins oyðileggjandi sum likamligur harðskapur, og kann fara fram í nógv ár, áðrenn likamligi harðskapurin byrjar. Sálarligur harðskapur kann sostatt vera ein fyriboðan um likamligan harðskap, og við at kriminalisera sálarligan harðskap, er tað hugsandi, at vit í ávísan mun eisini kunnu fyribyrgja likamligum harðskapi.

Í átaki 10 í Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum 2023-2028 verður sett út í kortið at javnseta sálarligan harðskap við likamligan harðskap, umframt at kriminalisera tráfylging. Ætlanin er, at lógarbroytingin í revsilógini verður klár til 2025.

Verður sálarligur harðskapur kriminaliseraður, verður tað ein greið samfelagslig staðfesting av, at gerðir, sum koma undir sálarligan harðskap og tráfylging, ikki verða góðtiknar í føroyska samfelagnum. Hendan staðfestingin fer harafturat at viðføra økta tilvitsku um sálarligan harðskap, sum kann virka fyribyrgjandi, umframt at tey, sum eru fyri hesum harðskapi, skjótari leita sær hjálp.

Fakligar framløgur og persónlig frásøgn

Á tiltakinum 25. novembur verða tvær framløgur og ein persónlig frásøgn, sum geva okkum innlit í eykennini og arbeiðið við sálarligum harðskapi, umframt royndirnar við at kriminalisera sálarligan harðskap í grannalondunum.

Susanne Maria Lamhauge, leiðari fyri kreppumiðstøðina og opnu ráðgevingina hjá Danner, fer at greiða frá um sálarligan harðskap: eyðkenni, ávaringartekin, hjálp og fyribyrging. Kreppumiðstøðin hjá Danner varð sett á stovn í 1979 og hevur árliga umleið 2500 áheitanir frá bæði harðskapsraktum kvinnum, avvarðandi og fakfólki, sum søkja sær hjálp og vegleiðing í sambandi við harðskap.

Eftir framløguna verður eitt sofaprát, har Óluva Zachariassen hevur samrøðu við føroyska kvinnu, sum hevur livað í sálarligum harðskapi. Samrøðan fer at snúgva seg um at vera barn í einum heimi við harðskapi og hvussu hesar umstøðurnar hava ávirkað lív hennara.

Eftir ein stuttan steðg verður seinna framløgan við Tine Søberg, høvuðsráðgeva hjá donsku ríkisløgregluni í sertoyminum fyri harðskap. Tine hevur luttikið í arbeiðinum at kriminalisera sálarligan harðskap, og fer at greiða frá fyrireikandi lógararbeiðinum, implementeringini av lógini og hvørjar eftirmetingarnar eru, nú fimm ár eru liðin síðan lógin kom í gildi í Danmark.

Tiltakið verður 25. novembur, kl. 13-16, í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.