Alt var fyrimyndarligt á Argjum

Løgreglan sigur, at tað var ikki eitt einasta foreldurl, ið fekk so mikið sum eina átalu

Áki Bertholdsen
11. september 2024 kl. 08:04

Av og á ger løgreglan eitt sindur burtur úr at kanna ferðsluna við skúlarnar um morgunin, tá ið skúlagongdin byrjar, og foreldur koyra børnini í skúla. Í gjáramorgunin vóru tey við ein av teimum stóru skúlunum, nevniliga skúlan á Argjahamri.

Har vórðu nógvir bilar kannaðir, men løgreglan sigur, at støðan var fyrimyndarlig. Tað var ikki eitt einasta foreldur, ið fekk so mikið sum eina átalu, sigur løgreglan.

Tað merkir, at øll børn sótu í trygdarbelti, og tey heilt smáu, eisini í barnastóli. Løgreglan sigur, at eitt tey ofta síggja, tá ið foreldur koyra børn í skúla, er, at børnini sita í trygdarbelti - men við ryggsekki á bakinum. Og tað er vandamikið, tí hendur ein samanstoytur, hava tey onga nakkaverju.

Løgreglan sigur, at tað var heldur einki dømi um hetta við skúlan á Argjahamri í gjáramorgunin.