Í Molde hava Magne Hoseth og hansara menn fult og heilt fokus á dystinum á Akser stadion týskvøldið klokkan 18.
Á tíðindafundinum mánadagin sást tað væl, at hetta vóru ikki fremmandar umstøður fyri KÍ venjaran Magne Hoseth. Sum oftast tosa venjarar á eingilskum, tá ið teir eru á tíðindafundi í sambandi við dyst á útivølli.
Soleiðis var tað ikki hjá norska KÍ venjaranum, tá ið hann hitti pressuna. Hann kennir norsku tíðindafólkini, og tey kenna hann.
-Hetta er undarligt, tí eg og fleiri aðrir hava umboðað Molde, og nú fara vit at royna at gera av við Molde í Champions League á hesum sinni. Tá ið dysturin verður av í annaðkvøld, so fara vit aftur at halda við Molde í øllum dystum, men týskvøldið snýr tað seg hjá okkum um at koppa Molde.
Og hvørjar eru vánirnar fyri tí?
Vit eru frá dystarbyrjan frammanfyri 2-1, og vit fara at spæla fyri okkara møguleika, men tað er einki at ivast í, at tað er Molde, sum er stórfavorittur, og at alt trýstið er á Molde. Vit hava rokkið okkara máli, sum var at vinna okkum í europeiskt bólkaspæl. Nú er talan um eykavinningar, hvørja ferð tað eydnast okkum at vinna. Fyri Molde er málið at røkka í Champions League bólkaspælið, og tí verður tað vónbrot hjá Molde, um tað ikki eydnast at vinna ímóti KÍ, sigur KÍ venjarin Magne Hoseth.