Ferðslan í undirsjóvartunlunum økist støðugt. Tað vísa tølini fyri februar 2024, sum nú síggjast á tunnil.fo. Felags fyri tølini í øllum tunlunum er, at tey eru hægri nú, enn tey áður hava verið.
Í Vágatunlinum koyrdu í miðal 2472 bilar hvønn dag í februar. Sammett við fyri einum ári síðani var ferðslan 157 bilar fleiri í miðal um dagin.
Í Norðoyatunlinum koyrdu í miðal 4037 bilar hvønn dag í februar. Sammett við fyri einum ári síðani var ferðslan 231 bilar fleiri í miðal um dagin.
Í Eysturoyartunlinum koyrdu í miðal 5898 bilar hvønn dag í februar. Sammett við fyri einum ári síðani var ferðslan 543 bilar fleiri í miðal um dagin.
Í Sandoyartunlinum koyrdu í miðal 783 bilar hvønn dag í februar. Fyrstu tølini fyri ferðslu í Sandoyartunlinum vóru tey í desember og januar. Í desember og fyrstu dagarnar í januar var tað ókeypis at koyra. Hesar báðar mánaðirnar var ferðslan í miðal ávikavíst 781 og 1265 bilar um dagin.
Februar | Vágatunnilin | Norðoyatunnilin | Eysturoyartunnilin | Eysturoy-Streymoy | Strendur-Rókin | Sandoyartunnilin |
2020 | 2268 | 3508 | ||||
2021 | 2060 | 3753 | 3920 | 3366 | 554 | |
2022 | 2007 | 3559 | 4439 | 3796 | 643 | |
2023 | 2315 | 3806 | 5355 | 4549 | 806 | |
2024 | 2472 | 4037 | 5898 | 4984 | 914 | 783 |
tunnil.fo