Alt er púra opið

Enn ber ikki til at siga, hvør hevur vunnið amerikanska forsetavalið. Men enn einaferð eru allar veljarakanningar gjørdar til skammar

Sigurjón Einarsson
4. november 2020 kl. 05:51

Joe Biden hevur júst hildið talu, har hann biðjur sínar stuðlar og veljarar um vera tolin, men er við gott mót.

Hann er bjartskygdur um úrslitið og mælir til at trúgva uppá, at tey fara at vinna.

Men satt at siga, so ber ikki til at siga, hvør hevur vunnið.

Trump hevur vunnið Florida, ið var ein av statunum, har stórur spenningur var um úrslitið.

Trump sigur á Twitter, at hann fer at koma við einari talu seinni.

Trump brúkar Twitter nógv, har hann sigur, at tað sær gott út hjá sær, men sjálvt Twitter greiðir frá, at alt skal takast við fyrivarni. Sosiali miðilin sigur, at tað enn er ov tíðliga at siga, hvat úrslitið verður.

Ein annar statur, har ivamál fór at vera um úrslitið var Texas, men hann er farin til Trump.

Trump sær eisini út til at vinna Pennsylvania, men har mangla brævatkvøðurnar at verða taldar upp, og tað kann broyta útfallið.

Pennsylvania er ein av statunum, har stórur spenningur hevur verið um úrslitið. 

Men júst sum í 2016, so má sigast, at allar veljarakanningar eru gjørdar til skammar. Mestsum allar veljarakanningar vístu á ein greiðan sigur til Biden, men tað er alt annað enn fakta í dag.