Tað eru meir enn tveir mánaðir síðan týska valið var hildið. Aftaná valið var óvist, hvør fór at gerast kanslari, men nógv bendur nú á, at Olaf Scholz, úr týska Javnaðarflokkinum, verður næsti kanslarin í Týsklandi.
Mikudagin í síðstu viku kunngjørdi týski Javnaðarflokkurin SPD, liberali flokkurin FPD og umhvørvisflokkurin Grüne, eitt samgonguskjal uppá 177 síður. Tó er einki avgjørt enn, tí teir tríggir møguligu samgonguflokkarnir skulu allir atkvøða innanhýsis um flokkarnir eru fyri ella ímóti hesum samgonguskjalinum.
SPD og FPD fara at halda hvør sín landsfund, har allir umboðsmenninir kunnu atkvøða, um tey eru fyri ella ímóti samgonguskjalinum. Umhvørvisflokkurin Grüne fer at lova øllum 120.000 liminum at atkvøða. Um alt gongst eftir ætlan, so verður Olaf Scholz valdur sum kanslari í samveldistinginum fyrst í desembur. Møguliga samgongan verður kallað ferðsluljóssamgongan, av tí, at floksfarvurnar eru reyðar, gular og grønar. SPD er reytt, FPD gult og Grüne grønt.
Nøkur av átøkunum, ið standa í samgonguskjalinum hjá ferðsluljóssamgonguni eru at steðga framleiðsluni av kol, legalisera kannabis, lækka valaldurin niður til 16 ár og hækka minstulønina.
Í samgonguskjalinum stendur eisini, at Olaf Scholz verður nýggi kanslarin í Týsklandi. Olaf Scholz er 63 ára gamal og gjørdist limur í SPD í 1975. Síðan tá hevur hann verið borgarstjóri í Hamburg, almannamálaráðharri, fíggjarmálaráðharri, varakanslari og skjótt møguligar kanslari í Týsklandi.
Ein nýggjur kanslari vísur eitt nýtt tíðarskeið í Týsklandi. Sagt var eisini um týska valið, at hetta var fyrsta umhvørvisvalið í Týsklandi. Núverandi kanslarin Angela Merkel hevur verið kanslari í 16 ár. Hon stillaði ikki upp aftur hesaferð.