Alsamt fleiri miðlar í Afganistan lata aftur

Næstan helvtin av øllum afgansku miðlum hava latið aftur seinastu fýra mánaðirnar

Sigurjón Einarsson
22. desember 2021 kl. 10:13

Tað ljóðaði annars, at tað fór at verða pláss fyri kritiskum journalistikki og kvinnum í journalistikki, tá Taliban aftur kom til valdið í Afganistan í august, men hetta lyftið avmyndar ikki veruleikan.

40 prosent av miðlunum í landinum eru latin aftur, og næstan átta út av tíggju kvinnum hava mist teirra starv í Afganistan.

Tað er niðurstøðan í nýggjari frágreiðing frá Reporters Without Borders og Afghan Independent Journalists Association.

Fólkini handan frágreiðingina hava kannað umstøðurnar hjá miðlunum og journalistum í Afganistan, síðan Taliban tóku við valdið í landinum. Sambært frágreiðingini er talið av miðlum í Afganistan minkað frá 543 í august til 312 í november. Ein minking á 43 prosent.

Frágreiðingin vísur eisini, at nógvar kvinnur í journalistikki í Afganistan hava mist sítt arbeiði. Í august vóru tað 2.490 kvinnur, sum arbeiddu í miðlunum. Hetta talið er 410 í dag.

200 afganskir journalistar fingu innfararloyvi til Stórabretlands

Umleið 200 afganskir journalistar, ið hava arbeitt fyri bretskar miðlar, fingu í august innfararloyvi til Stórabretlands.

Avgerðin at geva teimum yvir 200 afgansku journalistunum innfararloyvi kom frá bretska uttanríkisráðharranum, Dominic Raab, eftir at fleiri bretskir miðlar komu við eini felags áheitan til stjórnina um, at bjóða afganum, ið høvdu hjálpt og arbeitt fyri teir í Afganistan, innfararloyvi til Stórabretland.

Tað skrivaði millum annað The Guardian í august í ár.

Tey afgansku miðlafólkini fingu tá møguleika at ferðast til Stórabretlands uttanum bretsku tilflytaralógina, og fingu tá eisini møguleika at taka síni nærmastu familjulimirnar við.