Alsamt færri børn fáast við vandamikið arbeiði

Seinastu kanningar hjá ST vísa, at talið á barnaarbeiðarum kring heimin lækkar

Georg L. Petersen
5. januar 2018 kl. 10:34

Hóast mong børn enn fáast við ógvuliga hættisligt arbeiði, so vísa seinastu kanningar hjá ST á, at talið á barnaarbeiðarum kring heimin lækkar

Tá ið tosað verður um barnaarbeiði, snýr tað seg ikki um, at børn til dømis bera út bløð ella á annan hátt vinna sær eitt sindur av lummapeningi. Barnaarbeiði snýr seg í høvuðsheitum um, at børn millum 5 og 17 ár hava størv, ið kunnu hava við sær álvarsligar fylgjur fyri tey. Í summum førum snýr tað seg um eitt starv, ið er so tíðarkrevjandi, at barnið hvørki fær gingið í skúla ella havt nakra frítíð. Í verri førum er talan um beinleiðis trælaarbeiði, sum ávirkar børnini bæði kropsliga og sálarliga.

Fyrbrigdið sæst oftast í heimspørtunum Afrika og Asia. Í Afrika fæst næstan fimta hvørt barn á ein ella annan hátt við vandamikið arbeiði, og kemur hetta aloftast fyri í landbúnaðinum. ILO kunnger, at hættisligt barnarbeiði er tætt knýtt at ósemjum, kríggi og stórum vanlukkum. Tá hetta er sagt, so er talið lækkað nógv í mestum øllum landspørtum í Afrika, undantikið í summum londum, ið eru beint sunnan fyri Sahara.

Fyri stuttum vísti ein frágreiðing frá Altjóða Arbeiðssambandinum (ILO) á, at tað gongur framá við ætlan teirra at bøta um barnaarbeiði í heila tikið. Talið á børnum, ið starvast á henda hátt, er lækkað frá umleið 245 milliónum í ár 2000 til umleið 152 milliónir í dag – og av hesum eru færri enn helmingurin, ið hava beinleiðis vandamikil størv.


Meiri skal leggjast fyri

ILO byrjaði at leggja serligan dent á at forða barnaarbeiði fyri seytjan árum síðani, og í fyrstani lækkaði fyribrigdið við nógvari ferð. Men seinnu árini hevur framgongdin verið heldur spakuligari. Tí ger ILO nú vart við, at meiri skal leggjast fyri, um málið at steðga øllum sløgum av vandamiklum barnaarbeiði skal røkkast áðrenn 2025. Aðalstjórin á ILO, Guy Ryder, sigur um støðuna í løtuni: “Vit vera ikki før fyri at náa heimsmálunum, um ikki størri stuðul verður veittur at forða pláguni – sum barnaarbeiði er!”

Týdningarmikið er, at barnaarbeiði er minkað niður í helvt síðani aldarmótið. Hóast batin ikki er eins stórur í løtuni, sum tey fyrru árini, so gongur støðugt framá. Altjóða hjálparfelagsskapir varpa nú ljós á støðuna, og tískil verður stríðið ímóti barnaarbeiði veruliga tikið í álvara. Hetta ber boð um, at viðurskiftini hjá børnum ið arbeiða, sostatt framvegis fara at batna komandi árini.

Heimsins Bestu Tíðindi er ein sjálvstøðugur miðil, sum komandi vikurnar fer at geva út stuttar greinir í Dimmu. Vit leggja dent á tíðindi, ið lýsa burðardygga menning og viðurskifti, ið ikki fáa nógv rásarúm í stóra miðlaheiminum. Heimurin er ikki einans fullur av trupulleikum, men rúmar eisini framgongd og loysnum. Vit á Heimsins Bestu Tíðindum halda, at tað er týdningarmikið eisini at varpa ljós á hesi tíðindi. Fleiri tíðindi kunnu lesast á leinkjuni www.verdensbedstenyheder.dk. Harafturat eru vit at finna á sosialu miðlunum.