ALS kundi verið eitt slag av arbeiðsmarknaðarmiðdepil

  Samverk og Føroya Handverkarafelag hava eitt heilt annað uppskot

Pætur Niclasen og Suni Simonsen
27. juli 2024 kl. 21:07

Tað var frammi í útvarpinum, um heilsuhjálpar- og heilsurøktar útbúgvingina, at hon møguliga burdi verðið skipað sum ein slags yrkisútbúgving. Tá stakk spurningurin seg upp um løn ella okkurt serligt slag av útbúgvingarstuðli til lesandi innan hesi øki.

Samverk og Føroya Handverkarafelag hava eitt heilt annað uppskot.

Ein burdi sett á stovn ein Yrkisútbúgvingargrunn, ið allir arbeiðsgevarir og lønmóttakarir rinda til. Sum vit kenna tað frá ALS inngjaldinum og tí grunninum í ALS í dag hevur uppbygt.

ALS hevur verði og er ein sólskinssøga og var tá ALS var sett á stovn eitt frambrot.

Eitt líka stórt frambrot vildi tað verði, um vit settu ein Yrkisútbúgvingargrunn á stovn. Hesin grunnur kundi verði umsitin av ALS. ALS kundi blivi eitt slagt arbeiðsmarknaðarmiðdepil, ið umsat slíkar grunnar. ALS fyrisitingin hevur allar førleikar, at umsita ein slíkan grunn.

Hesin grunnur skuldi m.a. umsita lønarendurgjald til arbeiðsgevarar, tá teirra lærlingar eru í skúla. Stýri fyri grunnin, ger av um lønarendurgjaldið skal verða 70, 80, 90 ella 100%. Bori kostnaðin av próvdómarum. Bori kostnaðin av Yrkisdeplinum.
Hesin grunnur skal bera kostnaðin av øllum tí, ið hevur við yrkisútbúgvingar at gera. Tó undantiki sjálvan skúlan. Hann kemur framhaldandi at hoyra til undir landinum.   

ALS stýri hevur tiki avgerð, um at lækka inngjaldið til ALS við 0,2%. Hesi 0,2% kundu so fari til Yrkisútbúgvingargrunnin ístaðin, umframt møguliga onnur 0,2%, soleiðis at samlaða inngjaldið til Yrkisútbúgvingargrunning lá um 0,4 – 0,5%, umframt eitt stovnsfæ frá ALS uppá 100 mio kr.

Í hesa skipan kundi so heilsuhjálpar- og heilsurøktar útbúgvingin ligið.
Lærlingarnir fáa eina lærlingaløn, tá teir eru til arbeiðis og arbeiðsgevarin, land ella kommuna, fáa lønarendurgjald frá Yrkisútbúgvingargrunninum, tá lærlingarnir eru í skúla, eins og allir aðrir arbeiðsgevarir fáa, tá teirra yrkisnæmingar eru í skúla.  

Yrkisútbúgvingarskipanin í Føroyum riggar sera væl. Vit hava eina tí best virkandi yrkisútbúgvingarskipan í Europa og tað eiga vit av verða errin av.

Við hesum Yrkisútbúgvingargrunninum kunna vit gera okkara yrkisútbúgving enn betur. Tað eiga vit altíð at stremba eftir.

Vinarliga

Pætur Niclasen, Samverk

Suni Simonsen, Føroya Handverkarafelag