Álopsspælari er givin í HB
Jakob Johansson er ikki longur partur av liðnum hjá HB
Jóannes Hansen
1. juli 2024 kl. 22:21
Jakob givin í HB. Tað skrivar HB í kvøld. Boðini eru hesi:
Áleyparin Jakob Johansson er givin í HB. Samstarvið millum partarnar er endað í sátt og semju.
Vit takka Jakob fyri tíðina í HB og ynskja honum alt tað besta framyvir, skrivar HB.
HB sigur einki um, at felagið arbeiðir við at finna ein annan álopsspælara.
Sambært FaroeSoccer hevur 25 ára gamli Jakob Johansson verið við í øllum 15 landskappingardystunum. Seks ferðir er hann skiftur inn, og sjey ferðir er hann skiftur út. Hann hevur skorað fýra mál í landskappingini.
Fyrsti dystur hjá HB uttan Jakob Johansson verður hóskvøldið klokkan 18.30, tá ið tað verður toppdystur í Sarpugerði millum Víking og HB.