Meðan leikluturin og valdið hjá sosialu miðlunum eru í brennideplinum her í vesturheiminum, er breiðband eitt heldur nýtt fyribrigdi hjá mongum í heimsins minst framkomnu londum. Men støðan broytist í løtuni við nógvari ferð og í dag hava fleiri enn 60 prosent av íbúgvunum í menningarlondunum atgongd til alnótina. Nýggj kunngerð hjá ST metir, at alnótin fer at røkka heili 97 prosent av íbúgvunum í 47 av teim fátækastu londunum í 2020. Sambært ST, kann víðkaða atgongdin til alnótina hjálpa at basa fátækradømi, tí hon inniheldur nýggj størv, eina ørgrynnu av vitan og setur ferð á búskapin.
Framvøksturin hjá alnótini hevur eisini longu havt við sær jalig árin. Millum annað sæst, at fátækradømi minkar, góðskan á heilsutænastum gerst betri, tí tær smáu sjúkrahúsdeildirnar kunnu samskifta skjótari og alsamt fleiri fáa møguleikan at eiga egna bankakontu.
Broytir lívið hjá mongum
Hóast kunngerðin hjá ST fyrst og fremst boðar frá góðum, hevur hon eisini við sær nógvar avbjóðingar. Tí sjálvt um alnótin skjótt røkkur út í hvønn krók í heiminum, eru tað langt frá øll, ið hava ráð at vera við. Summastaðni hava skúlarnir eisini ilt við at fylgja við nógvu ferðini, og teimum vantar útgerð og starvsfólk við teim røttu førleikunum.
Men motivatiónin at læra um teldutøkni og alnótina er stór. Soleiðis stendur at lesa í tíðindaskrivi hjá BBC. Fjølmiðilin tekur fram eitt dømi um ein lærara í Gana, sum undirvísti næmingum í telduforritinum Word. Skúlin hevði ongar teldur, so í staðin teknaði hann forritið og ímyndirnar á talvuna við skúlakriti, so næmingarnir á henda hátt kundu fyrireika seg til nýggja digitala heimin. Men tá tíðindini um ganesiska læraran spjaddu seg á alnótini, sendi fyritøkan Microsoft skúlanum í Gana ókeypis teldur.
Aðalstjórin fyri altjóða fjarskifti hjá ST, Houlin Zhao, arbeiðir fyri at bøta um samskiftistøknina í menningarlondum. Hann, og starvsfelagar hansara, uppliva mong tílík dømi og møta sum heild nógvari vælvild frá bæði fyritøkum, einstaklingum og felagsskapum. Zhao vil vera við, at gongdin er sera konstruktiv og greiðir frá, at: “Upplýsings- og samskiftistøkni betrar umstøðurnar hjá mongum kring allan heimin og veitir harumframt óavmarkaðar møguleikar fyri burðardyggari menning.” Hann leggur afturat, at kostnaðurin fyri breiðband lækkar flestustaðni, og at hendan gongdin fer at halda fram so hvørt, sum fleiri fáa atgongd til alnótina.