Alment umsorganarsvik fyri tíggjutals milliónir

Eg havi nú í nøkur ár víst á, at tað er skeivt at senda føroysk børn og ung á stovn í Danmark, men tað er ikki fyrr enn nú, tá eitt veruligt andlit og navn er sett á trupulleikan, at almenningurin veruliga hevur fingið eyguni upp fyri hesum trupulleikanum

Liljan Weihe tingkvinna, Tjóðveldi
3. oktober 2024 kl. 18:45

Mánadagin í hesi vikuni skuldi ein 15 ára gamal drongur umborð á eitt flogfar til Danmarkar við einum einvegis ferðaseðli. Hann skuldi á stovn í Danmark ímóti sínum vilja. Tí vit – almenni myndugleikin – siga, at vit ikki megna at taka okkum av honum í Føroyum.

 

Hetta bleiv lukkutíð steðga av Føroya Rætti, tí málið er kært.

 

Ikki fult upplýst

Dómarin legði dent á, at málið ikki var fult upplýst áðrenn Føroya Kærustovnur (tað er tað vit fyrr kallaðu Høvuðsbarnaverndin) tók avgerð um at flyta drongin til Danmarkar.

 

Millum annað kom fram í rættinum, at skúlin hjá dronginum ikki er hoyrdur áðrenn avgerðin varð tikin. Skúlin hjá dronginum kallar, í einum sokallaðum “undranarskrivi” til Barnaverndartænastuna á Skálafjørðinum, viðferðina av dronginum fyri “alment umsorganarsvik”.

 

Tit kunnu kanska tyggja eitt sindur uppá hesa samansetingina av orðum: “alment umsorganarsvik”.

 

Skúlin vísir eisini á í skrivinum, at fleiri børn gjøgnum árini eru flutt av landinum av almenna myndugleikanum, men teimum kunnugt eru ongi av hesum børnunum komin fyri seg.

 

Fígging ongin trupulleiki

Allíkavæl viðgera vit í dag eitt uppskot til eykajáttan, so vit framhaldandi kunnu senda børn til Danmarkar á stovn, tí vit ikki meta okkum før fyri at taka okkum av teimum í Føroyum.

 

Og tað eru ikki hissini upphæddir vit brúka uppá hetta, sum skúlin hjá dronginum kallar “alment umsorganarsvik”.

 

Vit skulu nú játta góðar 5 milliónir krónur afturat teimum 5, sum longu eru játtaðar, til at senda børn av landinum.

 

10 milliónir krónur til fýra børn, sum eru ella skulu á stovn í Danmark.

 

Endurskoða barnaverndarøkið

Eg havi nú í nøkur ár víst á, at tað er skeivt at senda føroysk børn og ung á stovn í Danmark, men tað er ikki fyrr enn nú, tá eitt veruligt andlit og navn er sett á trupulleikan, at almenningurin veruliga hevur fingið eyguni upp fyri hesum trupulleikanum.

 

Tað er sera sárt og persónligt at tosa um barnaverndarmál. Hetta er fyrstu ferð, at eg havi fingið so neyvt innlit í eitt ítøkiligt mál.

Innlitið, sum eg havi fingið í júst hetta málið, vísir, at vit eiga at hyggja nærri eftir barnaverndarøkinum í síni heild. Ábyrgdarbýtið millum land og kommunur virkar ikki nóg væl. Onki – ella nærum onki – eftirlit er á økinum.

 

Harafturat er tað í besta føri undranarvert, at almenni myndugleikin kann senda børn av landinum, hóast allur fakkunnleiki, tað er Barnarverndartænastan, psykiatriin og eisini skúlin hjá dronginum, mæla staðiliga frá at senda drongin av landinum. Faktiskt er tað bara Almannaverkið, sum heldur tað vera eitt gott hugskot.

 

Hetta vísti dómarin í Føroya Rætti eisini á, tá avgerðin var tikin um steðgandi virknað.

 

Hann vísti á, at málið ikki er nøktandi upplýst – og legði afturat: Tað eigur at verða kannað, hvørjar avleiðingar tað fær fyri barnið at verða sent av landinum!

 

Endurskoða barnaverndarøkið

Dómarin í Føroya Rætti er ikki tann fyrsti at vísa á, at barnaverndarmál ikki eru nóg væl upplýst ella eru handfarin nóg væl. Løgtingsins Umboðsmaður vísti eisini á hetta í umfatandi kanning í fjør.

 

Hetta ítøkiliga málið er bara eitt av mongum, men vísir eina skipan, sum ikki virkar. Eg haldi tí tað er rætt at endurskoða barnaverndarøkið í síni heild. Vit eiga eisini at kanna um barnaverndarmál verða nøktandi viðgjørd av myndugleikanum. Faktiskt haldi eg, at vit eiga at seta eina nevnd at kanna, hvussu málini eru handfarin seinastu 5 til 10 árini.

 

Skúlin hjá dronginum vísir í undranarskrivinum á, at um tað var eitt foreldur, sum framdi slíkan ágang ímóti einum barni sum hann hevur verið fyri, so hevði skúlin boðað myndugleikunum frá.

 

Tí haldi eg, uttan at siga ov nógv, at vit eiga at seta okkum sjálvum hesar spurningar áðrenn vit bara trýsta á grøna knøttin og samtykkja eykajáttanina:

-        Hvat gera vit, um tey, sum hava umsorganaryvirtikið barnið, sjálvi svíkja?

-        Fremja vit “alment umsorganarsvik” fyri tíggjutals milliónir?

-        Eiga vit ikki at kunna brúka hesar tíggjutals milliónir til at menna góð tilboð í Føroyum?