Alment tiltak um rætt til ríkisborgararætt
Tiltakið verður í Perluni í Havn í dag klokkan 13 - 15
Fríðmundur Nattestad
1. mars 2024 kl. 10:09
Hvussu ávirkar tað støðuna hjá útlendingum í Føroyum, tá ið landið tey búgva í ikki hevur ræðisrætt á ríkisborgararætti? Eru umstøðurnar hjá útlendskum starvsfólkum í Føroyum nøktandi? Eiga Føroyar at seta fleiri integrasjónstiltøk í verk fyri at tryggja, at vaksandi talið av útlendingum gerast partar av samfelagnum á skilagóðan hátt?
Hesir spurningar og aðrir vera til umrøðu í Perluni í Havn í dag, fríggjadag 1. mars, kl 13.00 – 15.00, har Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipar fyri almennum tiltaki.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.