Alment tiltak um burðardygga ferðavinnu
Hagafelag Føroya skipar fyri tiltakinum, sum verður í Perluni í Havn
Fríðmundur Nattestad
29. februar 2024 kl. 17:00
Mikudagin 20. mars skipar Hagafelag Føroya fyri almennum tiltaki um burðardygga ferðavinnu.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, fer at hava framløgu um lógaruppskotið um burðadygga ferðavinnu. Áhoyrarar fáa høvi at seta spurningar.
Eftir framløguna verður ein steðgur, og síðani verður aðalfundur fyri limir í Hagafelag Føroya.
Tiltakið, sum er ókeypis, verður mikudagin 20. mars klokkan 17 í Perluni í miðbýnum í Havn.