Alment tiltak fyri Óla Jacobsen

Tiltakið er í kantinuni hjá PRG frá klokkan 19:00.

Eysturkommuna
21. august 2024 kl. 14:55

Vit heiðra Óla Jacobsen á føðingardegi hansara, mikudagin 21. august 2024, fyri tað stóra íkast hann hevur gjørt av siðsøguligum tilfari til kommununa. Tiltakið er í kantinuni hjá PRG frá klokkan 19:00.

Osmund Justinussen og Óli Jacobsen siga nøkur orð, og vit fáa kaffi og kaku.☕

Í samband við tiltakið, er eisini møguleiki at vitja Fornminnissavnið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.