Í fjør vóru almennu útreiðslurnar slakar 13,18 milliardir krónur. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Hetta eru 1,2 milliardir, ella 9,2 prosent meiri enn í 2022. Serliga eru tað stórar íløgur í ítróttarverkløg, umframt íløgur í vegir og tunlar, hjá bæði landi og hjá kommunum, sum eru orsøk til stóra útreiðsluvøksturin.
Hinvegin vóru inntøkurnar hjá tí almenna 13,14 milliardir í fjør. Sostatt hevði tað almenna eitt undirskot upp á góðar 40 milliónir í fjør. Tað almenna fevnir um landskassan, kommunur, ríkisstovnar og sosialar trygdargrunnar, so sum ALS og Samhaldsfasta.
Hagstovan sigur, at tað eru serliga kommunurnar, sum hava økt um útreiðslurnar, tí útreiðslurnar hjá teimum vóru 11,9 prosent hægri í fjør enn í fyrrárið.
– Íløgurnar hjá kommununum hava ongantíð verið størri enn tær vóru í fjør og á fyrsta sinni komu tær upp um eina milliard í fjør.
Tilsamans gjørdi tað almenna íløgur fyri 2,2 milliardir í fjør og tað eru góðar 500 milliónir meir enn í 2022.
Størstu útreiðslurnar hjá Landskassanum vóru Sandoyartunnilin, umframt tunlarnir til Fámjins, Dals og norður um fjall.
Hjá kommununum vóru nakrar av teimum størstu íløgunum, vegirnir í sambandi við Eysturoyartunnilin, bæði í Eysturoynni og í Streymoynni, umframt íløgiurnar í svimjihøllina í Runavík og í Havn, og so stórhøllin við Tjarnir.