Tveir landsdystir standa fyri framman. Teir vera sera avgerandi fyri vánirnar hjá Føroyum fyri fyrstu ferð at vinna seg í endaspæl fyri A-landslið. Endaspælið verður í Týsklandi eftir ársskiftið, og Føroyar hava framvegis møguleika at vinna seg í endaspælið.
Nú nøvn eru sett á landsliðsspælararnar er tað enn einaferð staðfest, at tað eru nógvir um boðið, og at tað eru spælarar, ið umboða feløg í grannalondunum, sum nú fara at umboða føðilandið. Einastu spælararnir, ið umboða føroyskt felag, eru málverjin Pauli Jacobsen og Peter Krogh, sum báðir spæla við H71.
Hondbóltssambandið skrivar soleiðis í dag:
Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 15 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 26. apríl á Hálsi og 30. apríl í Bregenz í Eysturríki.
Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71
Útileikarar
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Føroysku venjararnir kunnu hava 16 leikarar við til dystirnar, men hava gjørt av at bíða við at úttaka seinasta mannin, tí greiða skal fáast á skaðaviðurskiftum og føri hjá nøkrum leikarum.
Føroyska liðið savnast til venjingar í Føroyum sunnudagin 23. apríl, har liðið fer at venja saman áðrenn heimadystin móti Ukraina mikudagin 26. apríl kl. 19.00 í Høllini á Hálsi. Útselt er til dystin.
Hópurin ferðast til Bregenz í Eysturríki, leygardagin 29. apríl, har dysturin verður sunnudagin 30. apríl kl. 17.00, føroyska tíð. Eysturríki hevur 8 stig í bólkinum og hevur harvið tryggjað sær pláss til EM. Dysturin um 2. og 3. pláss er tættur og hevur Rumenia 4 stig, meðan Føroyar og Ukraina hava hvør síni tvey. Føroyar taptu útidystin móti Ukraina 29-25 og taptu heimadystin móti Eysturríki 30-28.
Føroyar hava møtt Ukraina seks ferðir áður og hava úrslitini verið hesi:
11.01.18 Ukraina – Føroyar 30-22, HM-undankapping
10.04.19 Ukraina – Føroyar 31-19, EM-undankapping
13.04.19 Føroyar – Ukraina 26-27, EM-undankapping
10.03.21 Ukraina – Føroyar 25-21, EM-undankapping
14.03.21 Føroyar – Ukraina 25-26, EM-undankapping
12.10.22 Ukraina – Føroyar 29-25, EM-undankapping
Føroyar hava møtt Eysturríki tríggjar ferðir áður og hava úrslitini verið hesi:
03.02.80 Føroyar – Eysturríki 18-27, C-HM
08.02.84 Eysturríki – Føroyar 26-19, C-HM
16.10.23 Føroyar – Eysturríki 28-30, EM-undankapping
Les meira um EM-undankappingina hjá monnum her:
https://ehfeuro.eurohandball.com/men/2024/