Allir teir somu eru boðsendir

KÍ venjarin hevur sett sama liðið, sum fyri viku síðani vann 2-1 á heimavølli ímóti Molde

Jóannes Hansen
15. august 2023 kl. 17:04

Niðurteljingin er um at vera av. Nú snýr tað seg bara um minuttir, áðrenn KÍ í Molde fer at spæla størsta dystin yvirhøvur í føroyskari fótbóltssøgu, tá ið tað snýr seg um liðfótbólt.

Nú er tað alment, hvussu Magne Hoseth hevur gjørt av at manna liðið hjá KÍ, og venjarin hevur gjørt av, at teir somu ellivu, sum mannaðu liðið fyri einari viku  síðani, tá ið tað endaði við 2-1 heimasigri ímóti Molde, fara á vøllin á Aker stadion:

KÍ: Nils Jonatan Johansson – Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegers Forren – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Claes Philip Kronberg

Á beinkinum: Markus Olsen Pettersen, Patrick da Silva, Mads Bo Mikkelsen, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannesen, Sivert Gussiås, Símun Kalsø, Børge Petersen, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Hallur Hansson, Issah Ahmed Latif, Jóhan Josephsen